Helgi Hoydal: “Eg havi ringa samvitsku fyri Róa”

Hóast teir eitt skifti deildu kamar, tá ið teir vóru við hondbóltslandsliðnum á ferð, visti Helgi Hoydal ikki av, at Rói Berg Hansen hevði so umfatandi rúsevnistrupulleikar. “Eg havi hugsað nógv um, hvussu søgan hjá Róa kann leiða til, at vit gerast betur til at lofta hvørjum øðrum”, sigur Helgi Hoydal og setur spurningin: Hvør eigur í grundini ábyrgdina av at hjálpa einum liðfelaga í neyð?

Verður hondbólturin orsøk til at Føroyar gerast sjálvstøðugar?

ÍSF hevur boðað frá, at eftir tógvið stríð er tað staðfest endaliga, at har verður einki undantak frá IOC um, at Føroyar kunnu sleppa at vera sjálvstøðugt OL land, uttan so, at Føroyar í veruleikanum eru sjálvstøðugt land. Tað hevur fingið løgmann at kalla øll forfólk á fund, men hvat skal so henda víðari?  Tað kjakast Beini Johannesen, løgmaður, Helgi Abrahamsen og Sirið Stenberg, løgtingsfólk um í hesum partinum av Klubb33.