Kann Fuglafjarðar kommuna krevja vørugjald fyri fiskaslógv, sum verður flutt til Havsbrún eftir vanliga vegakervinum? Hesin spurningurin er kjarnin í einum rættarmáli, har kommunan hevur stevnt Havsbrún eftir meira enn 700.000 krónum í ógoldnum gjøldum fyri árini 2020 til 2024.