Rólant Waag Dam

rolant@frihedsbrevet.dk

Frímælt #182: Ein dulnevndur ummælari og ein fløga í 100 eintøkum

Den anden anmelder er ein brúkari á Instagram, sum undir dulnevni ummælir føroyska list. Vit skifta orð um hetta, um týdningin av ummælum, um at ummæla dulnevnt og hvat tað ger við sjálvt ummæli. Silvurdrongur er fløguaktuellur - og tað skal skiljast heilt bókstavliga, tí hann hevur givið út eina fløgu. Hvørki meiri ella minni. Bønir eitur hon og hon finst ikki talgilt - bara fysiskt og bara í 100 eintøkum.  Vit runda eisini Roskilde Festivalin, sum er farin aftur um bak og hyggja fram í móti G!, sum verður í næstu viku. Gestir í Frímælt hesa ferð eru Trygvi Danielsen, tónleikari, Uni Leitisstein Hansen, heimasíðusamskipari í Kringvarpi Føroya, og Jan Lamhauge, journalistur í Frihedsbrevet. Vertur er Rólant Waag Dam.

Frí Mentan #6: Flottasta hotellið í heiminum

Kristian Martin Rasmussen heldur røðu fyri innbodnum gestum á KG (Mynd: KG)

Í Frí Mentan hesa ferð vitja vit nýggja hotellið í Klaksvík, KG, sum, sambært løgmanni er flottasta hotellið, hann nakrantíð hevur vitjað. Vit eru til tvinnar ferniseringar, hjá Bárði DC í Gallarí Havnará og Aldu Mohr Eyðunardóttir á Norðuratlantsbryggjuni, og so vitja vit Víngarðin, sum verður nýggi brennidepilin hjá fólki í høvuðsstaðnum, ið vilja njóta eitt gott glas av víni - ella fimm.

Frímælt #181: Grindabann, IOC, abort og festivalar

IOC, Voxbotn, abortlógin, Tórsfest, ein lortalýsing, Copenhell, Roskilde, Hotel KG og tónleikarar umborð á Norrøni. Evnini spenna víða í hesi 181. útgávuni av Frímælt, har eitt væl upplagt pallborð er klárt at skifta orð. Hesi eru Anna Poulsen, búskaparfrøðingur, Ragnar Sjúrðason, journalistur á Dimmalætting, og Leivur Frederiksen, varaskúlastjóri og Miðlamaður. Vertur er Rólant Waag Dam.

Frímælt #180: Voxbotn, coolcation og ein føroyskur vampyrfilmur

Føroyska festivalsummarið verður sparkað í gongd hetta vikuskiftið við Voxbotn. Vit umrøða tónleikatiltakið, skránna og tað, sum Voxbotn kann fyri - serliga - føroyskan ungdóm.  Vit hava eisini eina hotline til Copenhell, har helviti av sonnum má sigast at vera heitt í hesum døgum - Helviti, sum er høvuðspallurin á tungmálmsfestivalinum í danska høvuðsstaðnum. Niels Uni Dam er har og kemur við einari feskari dagføring um hitan og tónleikin. Sum andsøgn til tað hava vit fyribrigdið coolcation - altso ferðafólk, sum leita móti kaldari heraðshornum, tá tey vitja fremmand lond. Og har eru lond sum Føroyar og Ísland í høgum kursi. Vit tosa eisini um filmin No rest for the wicked við Egor Venned og Pilou Asbæk í høvuðsleiklutunum. Ein vampyrfilmur við samkyndum monnum, sum gongur fyri seg í Føroyum í 1800-talinum. Gestir í Frímælt eru Svanna Hentze í Gong, teknmálstulkur, Marius Dam Christoffersen, tónleikari, og Jan Lamhauge, journalistur. Vertur er Rólant Waag Dam.

Frímælt #179: Bringuskegg, Kringvarpið, Oliver Tree og ein framsýning

Hoyr nýggjasta partin av Frímælt her og finn allar partarnar undir Poddvarp. Frímælt bjóðar hesa vikuskiftinum vælkomnum við at heilsa bringuskegginum vælafturkomnum. Vit skifta orð um Kringvarp Føroya og Jenis av Rana, sum hevur sett landsstýrismanninum í mentamálum nakrar spurningar um almenna public service stovnin. Vit minnast Oliver Tree, sum skuldi spæla á G! í… Continued