Vit, sum hava stovnað og eigað Mediehuset Friheden, hava gingið saman um eina hugsjón. Hugsjónin er, at ein fríur og frælsur miðil trívist best uttan statsligan stuðul. Vit kunnu eisini fara so langt sum at siga, at ein miðil, sum fær fíggjarliga hjálpt frá statinum, ikki er ein fríur og frælsur miðil. Í øllum samfeløgum, sum vit kenna, hevur staturin verið størsta hóttanin hjá eini fríari og frælsari pressu. Tí er tað ein stór andsøgn, at næstan allir danskir miðlar fáa statsstuðul. Og andsøgnin verður hvaðna størri, tá hesi somu miðlar siga seg vera frælsar og fríar. Tí tað eru teir ikki.

Tey, sum stuðla statsstuðlaðum miðlum siga ofta, at Danmark er eitt lítið máløki og at tað tí er ein fíggjarlig avbjóðing. Møguliga er tað so, men kortini er tað grundleggjandi ósunn støða, vit eru í, tí tá miðlar fáa statsstuðul er eisini vandi fyri, at staturin fær miðlastuðul.

Mediehuset Friheden virkar tí uttan statsstuðul. Vit halda ikki, at fíggjarlig áhugamál skulu vera í millum miðlarnar og statin. Tí ganga vit á odda sum ein góð fyrimynd.

Grundarlagið, sum stovnarar og eigarar byggja á, er hugsjónin um eitt frítt og opið samfelag. Eisini er Mediehuset Friheden óheft av hugsjónarligum áhugamálum. Her hava okkara politisku sannføringar ongan týdning, tí Mediehuset Friheden og hvørki reytt og blátt. Tað er frælst.

Hjá okkum er týdningarmest at tryggja, at journalistikkurin, sum Mediehuset Friheden ger, er so frælsur og óheftur sum gjørligt, hetta uttan mun til, hvussu tilfarið annars er útgivið. Tað sigur seg sjálvt, tá vit rópa okkum Mediehuset Friheden, men viðhvørt er eisini neyðugt at fáa tað mest sjálvsagda svart uppá hvítt. Nú er tað gjørt.

Tí siga vit, sum hava stovnað og eiga Mediehuset Friheden, at Mediehuset Friheden sum journalistiskt virki ongantíð verður bundið av privatu fíggjarligu áhugamálunum hjá eigarunum. Vit hava sligið okkum saman um at fíggja journalistikk, men vit hava ikki sligið okkum saman um at keypa journalistikk. Tað ger allan munin og tann munin vilja vit verja.

Keypmannahavn tann 19/4 2021
København d. 19/4 2021
Bjørn Høi Jensen
Denis Viet-Jacobsen
Mikkel Bülow-Lehnsby
Henrik Juul
Peter Engel
Jesper Theil Thomsen