Ósemja í samgonguni um sendistovuna í Ísrael

Tað leyp hvøkk á fleiri tinglimir í samgonguni, tá landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Bárður á Steig Nielsen, í morgun kunngjørdi, at sendistovan í Ísreal skal lata aftur. Serliga eru tað umboð fyri Fólkaflokkin, sum hava tikið boðini illa upp. "Tað er ikki góður stílur," sigur Bill Justinussen um, at Bárður á Steig Nielsen ikki hevur tryggjað sær undirtøku í samgonguni fyri hesum, meðan Astrið Breckmann sigur, at hon fer at gera sítt fyri at varðveita sendistovuna.

Musikkskúlalærari heldur ikki, at trivnaðarkanning er eftirfarandi

Hóast fólk siga seg hava verið fyri mismuni, happing og sjikanu í eini trivnaðarkanning av arbeiðsumhvørvinum á Tórshavnar musikkskúla, kunnu úrslitini ikki lesast á ein so einfaldan hátt. Tað heldur Agnar Lamhauge, sum seinastu 18 árini hevur undirvíst á hesum sama musikkskúla. Hann hevur heldur hug at vísa á eina ósunna mentan millum ávís starvsfólk. “Eg eri sera skeptiskur um hetta. Í ávísum føri trúgvi eg tí als ikki,” sigur Agnar Lamhauge við Frihedsbrevet. 

Er nú friður í stríðnum um Grønland?

Stórtíðindi komu umvegis sosiala miðilin hjá amerikanska forsetanum um vikuskiftið: ein avtala er gjørd millum USA, Danmark og Grønland. Sambært Donald Trump fær USA fult ræði á trygdini í Grønlandi og í Norðuratlantshavi, samstundis sum boðini úr Danmark og Grønlandi eru, at sjálvsavgerðarrætturin hjá grønlendska fólkinum er tryggjaður. Er nakað samsvar millum tað, sum partarnir siga um avtaluna, sum vit enn ikki kenna smálutirnar í?