Finnur tú ikki svarið her, so ber til at senda ein teldupost til hey@frihedsbrevet.fo. Vit svara skjótast gjørligt. Tips skulu sendast til frihedsbrevet@protonmail.com.

Hvussu verði eg limur? 

Vit eru glað fyri, at tú spyrt. 

  • Trýst á “Verð limur” ovast á síðuni
  • Vel tey tíðindabrøv, tú gjarna vilt hava
  • Ger eina konto við telduposti, navni og loyniorði
  • Vel, um tú vilt hava eitt mánaðarligt ella árligt hald. Tú sparir 199 krónur við einum árshaldi.
  • Skriva gjaldsupplýsingar

Um tú ikki trýstir á “Verð limur”, so ber til at trýsta á “Tíðindabrøv”, goyma tíni val og síðani stovna konto og skriva gjaldsupplýsingar.

Minst til, at fyrstu tvær vikurnar eru ókeypis.

Hvar finni eg appina hjá Frihedsbrevet?

Tú kanst taka appina niður í bæði App Store og Google Play Store.

Kann eg brúka appina, um eg ikki eri limur í Frihedsbrevet?

Appin riggar bara hjá teimum, sum eru limir í Frihedsbrevet. Riggar tað ikki at rita inn, so er tað tí, at gjaldingin ikki er avgreidd ordiligt. Tá ber til at skriva til hey@frihedsbrevet.fo ella tú kanst afturkeypa títt hald (sí longri niðri).

Hvussu sigi eg mín limaskap upp?

Tú limar teg úr Frihedsbrevet á tínum vanga á Frihedsbrevet.fo.

Vit eru sjálvsagt hørm um, at sigur upp limaskapin og vóna, at tú hevur hug at geva okkum ein kjans aftrat seinni.

Hvussu verði eg limur aftur, um eg havi verið limur áður?

Hvis du gerne vil oprette et nyt medlemskab, skal du logge ind på din bruger. Derefter skal du gå til fanen Nyhedsbreve, hvor du vælger de nyhedsbreve, du gerne vil modtage i indbakken. Gem dit valg. Herefter får du mulighed for at vælge, om du vil betale månedligt eller årligt. Til sidst kan du vælge at betale med Mobilepay eller betalingskort.

Um tú vilt tekna nýtt hald, skalt tú rita inn á tín vanga. Síðani skalt tú til Tíðindabrøv, har tú velur hvørji tíðindabrøv, tú vilt hava. Goym. Eftir tað skalt tú gera av, um tú vilt rinda mánaðarligt ella árligt. At enda kanst tú gera av, um tú vilt rinda við Mobilepay ella gjaladskorti.

Hvat kostar eitt hald hjá Frihedsbrevet?

Eitt hald hjá Frihedsbrevet er eitt sokallað all-you-can-eat-hald. Tú keypir hald fyri annaðhvørt 125 krónur um mánaðin ella 950 krónur um árið. Tú sparir 550 krónur við at keypa eitt árshald. Haraftrat eru fyrstu tvær vikurnar ókeypis og óbindandi.

Um eg bara vil hava tíðindabrøv, fái eg so ein annan prís?

Tað er sami prísur, uttan mun til, hvussu nógv tíðindabrøv tú vilt hava. Vit hava sett prísin eftir, at tú velur 3–4 tíðindabrøv, sum tú gjarna vilt lesa hvørja viku, og at tú harnæst kann fáa gleði av restina av tilfarinum, tá lagaliga løtan er har.

Vit arbeiða eisini við at bjóða meira tilfar, soleiðis at tú sum haldari fær mest møguligt fyri pengarnar.

 

Kann eg lata eitt hald til gávus?

Tú kanst keypa eitt árshald sum gávu. Set teg í samband við hey@frihedsbrevet.fo. Vi arbeiða við at gera tað gjørligt at keypa gávukort beinleiðis á heimasíðuni.

 

Okkurt miseydnast, tá eg keypi eitt hald. Hvat skal eg gera?

Um okkurt miseyndast, tá tú keypir eitt hald, riggar tað ofta byrja av nýggjum á hesi síðuni: frihedsbrevet.fo/profile-membership/

Tað vil siga, at tú skalt:

  • Rita inn
  • Vel tey tíðindabrøv, sum tú vilt hava við at trýsta á appilsinlitta pluss-teknið
  • Trýst á “Goym valda”-knøttin í høgra horni
  • Vel mánaðar- ella árligt hald

Tú kanst eisini lata ein annan glugga upp, um hetta ikki riggar. Um tað eisini eru avbjóðingar her, kanst tú skriva til hey@frihedsbrevet.fo.

Hvussu broyti eg teldupostin, sum er knýtt at mínum haldi?

Í løtuni er ikki gjørligt at broyta teldupostin, sum tú hevur meldað teg til við. Hetta royna vit at loysa. Inn til ta tíð hava vit onkrar aðrar loysnir:

  • Tú kanst seta tín gamla teldupost til at víðarisenda okkara tíðindabrøv til tín nýggja teldupost
  • Tú kanst strika títt hald og stovna eitt nýtt hald við nýggja teldupostinum, sum soleiðis verður tann telduposturin, sum er knýttur at nýggja haldinum

 

Hvat geri eg, um eg fái ov nógvar teldupostar frá tykkum?

Tú kanst umsita tíni tíðindabrøv her https://frihedsbrevet.fo/profile-newsletter/. Her kanst tú melda til og frá. Flugubein merkir, at tú ert meldaður til. X merkir, at tú ikki ert meldaður til. Minst til at trýsta á appilsinlitta goym-knøttin, annars verða valini ikki goymd.

Hvussu sleppi eg undan, at tykkara teldupostar enda undir “Promoveringsfanen” í Gmail?

Sum nýggjur miðil kann tað taka tíð, áðrenn ymsu teldupostveitararnir kenna okkum. Tí kann tað koma fyri, at tíni tíðindabrøv enda í promoveringspartinum í tíni skipan.

Næstu ferð, tú fært eitt tíðindabræv frá okkum frá til dømis Barbaru Holm, kanst tú flyta teldupostin úr skeivum í rætt stað og siga, at “barbara@frihedsbrevet.fo” skal enda millum vanliga postin. Hetta kanst tú eisini gera við hini tíðindabrøvini.

Á henda hátt ert tú við at læra til dømis Gmail, at Frihedsbrevet ikki er lýsingartilfar. Takk fyir hjálpina.

Fáa vit meira ljóðtilfar frá tykkum?

Ja! Til ber at lurta eftir øllum okkara greinum á appini og á heimasíðuni. Fyri at lurta eftir okkara tilfari á heimasíðuni mást tú góðkenna farspor.

Eg havi eitt tipp. Hvussu sendi eg tað í krypteraðum telduposti?

Vit gleða okkum at fáa títt tipp á frihedsbrevet@protonmail.com