ÍSF hevur boðað frá, at eftir tógvið stríð er tað staðfest endaliga, at har verður einki undantak frá IOC um, at Føroyar kunnu sleppa at vera sjálvstøðugt OL land, uttan so, at Føroyar í veruleikanum eru sjálvstøðugt land. Tað hevur fingið løgmann at kalla øll forfólk á fund, men hvat skal so henda víðari?  Tað kjakast Beini Johannesen, løgmaður, Helgi Abrahamsen og Sirið Stenberg, løgtingsfólk um í hesum partinum av Klubb33.