Á sosialu miðlunum sendir fyrrverandi næstformaðurin hvassan spurning til núverandi næstforkvinnu. Í løgtinginum renna nýggir tingmenn seg í innanhýsis reglugerðir, sum forða teimum í at royna at herða fosturtøkulógina. Samstundis sum fá stórmál hjá Sambandsflokkinum eru at hóma í nýggju samgonguni, og næstforkvinnan tekur sær rættin til at taka sæti á tingi, tá ið mál eru fyri, sum flokkurin ikki er samdur um. Vit kava niður í Sambandsflokkin.