Rólant Waag Dam

rolant@frihedsbrevet.dk

Niels Holm er eftirlýstur í neyðtøkumáli

Løgreglan í Norðurjútlandi greiðir í nýggjari eftirlýsing frá, at føroyingurin Niels Holm er eftirlýstur í einum máli um neyðtøku. Løgreglan leitar framvegis eftir manninum, sum nú hevur verið eftirlýstur síðani 7. august. “Vit hava brúk fyri hjálp frá almenninginum”, sigur Peter Skovbak, politikommiserur.

Frímælt #186: Sá sítt egna andlát í bløðunum

Rólant Reginsson Biskupstø sá í farnu viku sítt egna andlit í teiginum yvir andlát í Sosialinum. Vit tosa við Rólant um margháttligu hendingina. Eisini skifta vit orð um filmin No Rest for the Wicked við Sofíu Nolsøe, Egor Venned og Pilou Asbæk í høvuðsleiklutunum. Eisini hava vit onkra søgu handan leiktjøldini, tí ein av dagsins gestum var location manager á filminum. Og so venda vit samrøðuni, sum Barbara Holm hevði við Mariannu Winther Nagata í Fríari Mikrofon. Hetta er ein samrøða um tónleik, kyn og ættarlið og tekur útgangsstøði í kjakinum, sum setti eld á interneti fyri hálvumøðrum ári síðani. Gestir í Frímælt hesa ferð eru Anna Sofía Holm Skoradal, sjónleikari, Bjarni Richardt-Mortensen, location manager, og Andrias Høgenni, leikstjóri.

Frímælt #185: Frímælt aftur úr summarfrí

Eftir ein stuttan summarsteðg er Frímælt aftur. Vit venda eina rørandi konsert á Summarfestivalinum, vit fara á Lestrargongu, tosa um umstríddu sólbrillurnar Ray-Ban Meta Wayfarer, ið kunnu taka upp video, eru til sólarmyrking og ymiskt annað. Gestir eru Sissal Kampmann, rithøvundur, Anna Sofía Holm Skoradal, tónleikari, og Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, vertur í Frískum loti og á Gentuvesinum. Vertur er Rólant Waag Dam.

Føroyingur eftirlýstur av donsku løgregluni

Tað stutta av tíð langa Føroyingurin Niels Holm skal varðhaldsfongslast og er eftirlýstur av donsku løgregluni. “Vit heita á fólk um ikki at seta seg í samband við hann, men heldur ringja til løgregluna”, sigur varapolitiinspektørurin Anders Blak Nybroe. Føroyingurin er áður eftirlýstur av løgregluni í Grønlandi og dømdur fyri fleiri brotsverk í Føroyum. Setið tykkum… Continued

Frímælt #184: G!, ælabogin, Tórsfest og ólavsøkan

Seinasti parturin áðrenn Frímælt fer í summarfrí er komin út. Vit taka saman um G!, tosa um bestu og um minni góðu upplivingarnar, ið var merktur av góðveðri allar dagarnar. Vit tosa um Pride og um ælabogan í Steinatúni í Havn, sum hevur fingið sinnið í kók hjá summum.  Eisini tosa vit um Tórsfest og um ólavsøku. Gestir eru Sissal Kampmann, rithøvundur, Siri Súsonnudóttir Hansen, leiðari í City Tórshavn og virkin í LGBT Føroyar, og Uni Leitisstein Hansen, heimasíðusamskipari í Kringvarpi Føroya og vertur í Leitisstein. Vertur er Rólant Waag Dam.