So bleiv tað loksins alment, ið hevur gingið sum rótasúpan millum føroysk matstovuáhugað seinastu mánaðirnar: franska matstovuyvirlitið, Michelin, kemur til Føroya næsta ár. Visit Faroe Islands hevði í morgun bjóðað nøkrum útvaldum fólkum til kaffi og kardumummusnurrar klokkan níggju, tí tey høvdu okkurt spennandi at fortelja.