Jan Lamhauge

jan@frihedsbrevet.dk

Fútin kunnaði aðalstjóra í øðrum ráði - eftir at Bjarni ringdi

Tað var Herálv Joensen, aðalstjóra í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, sum Michael Boolsen, fúti, kunnaði um hóttanir frá dronum í september 2025. Bjarni Kárason Petersen, táverandi landsstýrimaður í lógar- og tilbúgvingarmálum, kærdi annars fútan til danska løgmálaráðið, tí fútin í fleiri dagar ikki hevði svarað løgmálaráðnum í Føroyum, sum vildi hava kunning um møguligu dronuhóttanina. Bjarni Kárason Petersen heldur fast um sínar atfinningar av fútanum.

5. partur: Føroya rættur talar

5. partur í røðini "Ein mamma uttan eitt barn" er útkomin. Hesin parturin snýr seg serliga um rættarliga partin av málinum. Vit hoyra um rættarmálið, sum endaði við, at 26 ára gamli fyrrverandi sjeikurin hjá Ingu Højgaard bleiv dømdur í Føroya rættti 22. mai 2025. Vit hava fingið eina skrivliga viðmerking frá dømda manninum og tosa eisini um varðhaldsfongslingar við Henrik Møller, sorinskrivara.