Eftir fleiri ár av kærum, ringum trivnaði og starvsrættarligum stríði eru bæði stjóri og varastjóri á Umhvørvisstovuni innan fáar vikur farnir av stovninum. “Hetta kann ikki blíva við”, skrivaði Starvsfelagið til aðalráðið fyri kortum, tá ið enn ein kæra varð send inn til hægri myndugleikar um støðuna á Umhvørvisstovuni. Sigurð í Jákupsstovu afturvísur, at nakar samanhangur er millum alt stríðið, og at leiðslan fer úr starvi at kalla samstundis.