Jan Lamhauge

jan@frihedsbrevet.dk

Skiparin: "Rottur" eru persónar, sum stinga fólk í ryggin

John Midjord, skipari á Kúrbergi, avsannar, at umstøðurnar hjá manningini ikki vóru góðar. Talan er um “slatur” og “kolsvartar lygnir” frá persónum, sum vóru komnir við Kúrbergi við einari ætlan um at “karrierumyrða” seg. John Midjord avsannar ikki, at hann hevði rúsdrekka á kamarinum, men hetta drakk hann, tá skipið lá við kei. Hann heldur annars ikki, at tað, sum ein skipari hevur á sínum kamari, rakar nakran annan enn skiparan og reiðaran. 

Neyðars menn og gamlar syndir

Gamlar syndir hjá einari Hollywood-stjørnu, sum annar sigur seg hava funnið Jesus, og hjá elstu kvinnuni í Danmark hava fylt heimsins fjølmiðlar seinastu vikuna. Men hví yvirhøvur tosað um gamlar syndir, og hví taka summi synd í gomlu ommuni, men ikki ný-frelstu Hollywood-stjørnuni?

Knústu arbeiðsplássið og rýmdu

Eftir fleiri ár av kærum, ringum trivnaði og starvsrættarligum stríði eru bæði stjóri og varastjóri á Umhvørvisstovuni innan fáar vikur farnir av stovninum. “Hetta kann ikki blíva við”, skrivaði Starvsfelagið til aðalráðið fyri kortum, tá ið enn ein kæra varð send inn til hægri myndugleikar um støðuna á Umhvørvisstovuni. Sigurð í Jákupsstovu afturvísur, at nakar samanhangur er millum alt stríðið, og at leiðslan fer úr starvi at kalla samstundis.