Durita Fagradal Augustinussen

durita@frihedsbrevet.fo

Matadorurin Mortan eigur mest

Mortan Thormann Vang avmyndaður av sendingini hjá Kringvarpinum Við Tórði á túri.

Tað stutta av tí langa Tað er Mortan Thormann Vang, eigari og stjóri av byggifyritøkuni MTV Byggivirki, ið eigur flest hús í Føroyum sum privatpersónur. Hann byggir íbúðir í Havn saman við løgtingsmanni, eigur fleiri feløg, sum eiga uppaftur fleiri bygningar, og hansara holdingfelag hevur 64 milliónir krónur í eginpeningi. Frihedsbrevet kavar niður í virksemið hjá… Continued

483 fólk eiga tríggjar bústaðir ella fleiri

Tað stutta av tí langa Meira enn 3.000 fólk eru skrásett at eiga í meira enn einum bústaði. Tey, sum eiga mest, eiga sjey bústaðir. Tað vísir ein dátugrunnur, sum Frihedsbrevet hevur gjørt, og sum gevur munandi betri innlit í føroyska bústaðarmarknaðin. “Vit eiga at umhugsa at seta ognarskatt á annað ella triðja húsið”, sigur tingmaður,… Continued

Fleiri menn siga frá kynsligum ágangi frá John Johannessen

John Johannessen telist millum vertirnir á Degi og Viku.

Tað stutta av tí langa Seinastu árini er John Johannessen, vertur á Degi og Viku, blivin konfronteraður av fleiri monnum, sum hava kent hansara atburð beinleiðis ágangandi. Hann hevur fingið polititilhald móti sær, meðan onkur annar hevur frábiðið sær ósømiligar myndir. Fimm høvuðskeldur eru í hesari greinini. Frihedsbrevet hevur fingið váttað teirra søgur við m.a. samskifti,… Continued

Brotsvarpið: Fimm ára viðgerðardóm fyri blúnisbrot og brot á tilhald

Ein maður varð í Føroya rætti í gjár dømdur sekur fyri blúnisbrot, ólógliga inntreingjan í privathús og – í einum føri – fyri at hava brotið ásetingarnar í einum politi-tilhaldi. Í 2024 ringdi ein kvinna eftir løgregluni, tí ein nakin maður stóð inni í kamarinum hjá dóttrini. Sambært kvinnuni – sum var einasta vitni í… Continued