Sambært Brúkaraumboðnum skal vera púra greitt frámerki á, um sokallaðir ávirkarar leggja tilfar á sosialar miðlar, sum tey fáa samsýning fyri. Ein teirra, sum ger lýsingar av hesum slagi, er Føroya fyrsti veruligi ávirkari á tingi Sunnvá Dahl Høgfeldt. Frihedsbrevet hevur funnið tilfar á sosialu miðlunum, har hon nærkast markinum fyri, hvat er loyvt. “Eitt mistak”, sigur tingkvinnan.