Nýskipanarnevndin vil spara um 15 milliónir við at avtaka 10. flokkarnar. Men skúlaleiðarar, Lærarafelagið og landsstýrismaðurin eru í dag samd um, at tað er óðamannaverk. “Vit eru í harðari kapping um okkara ungdóm, og verður hetta gjørt, kunnu vit risikera, at fleiri av teimum 4–500 ungu, sum velja 10. flokk til, fara á skúlatilboð í øðrum londum heldur”, sigur landsstýrismaðurin. Í Klaksvík, á NámX og í Føroya Lærarafelag eru tey samd. “Tað, at avtaka 10 flokk, er púra skeivt. Eg kann ikki undirstrikað tað nóg nógv”, sigur leiðarin fyri NámX.