Nýtt poddvarp — Fregnartænastan: Afturum politiska valdið á Vaglinum
Nýtt poddvarp
Hetta er poddvarpið, sum fer aftur um nakrar av mest aktuellu søgunum, sum eru frammi júst nú. Hetta er søgan um søguna. Vit fara aftur um, seta søguna í perspektiv og knýta leysu endarnar, soleiðis at tú fært eitt betri yvirlit og eitt betri innlit í tað, sum annars setir dagsskránna. Hesa ferð fara vit í dýbdina við politiska valdinum á Vaglinum í Havn í kjalarvørrinum av fleiri avdúkingum hjá millum øðrum Frihedsbrevet.
Søgurnar aftanfyri poddvarpið
Tað hava verið nógvar søgur í miðlunum seinastu mánaðirnar, um ivasamar avgerðir og viðgerðir í Tórshavnar kommunu — fleiri teirra hevur Frihedsbrevet skrivað. Her eru leinkju við greinunum, sum Fregnartænastan hesa ferð tekur útgangsstøði í.
Tær kanst tú trýsta á, um tú vitjar heimasíðuna frihedsbrevet.fo — leinkjurnar rigga ikki á appini.
Niels Mortensen og Heðin Mortensen avtalaðu parkeringssonur uttan um fyrisitingarliga myndugleikan
Gølurnar hópa seg upp kring Heðin Mortensen
Hevur tú fingið bót í Havn seinastu 5 árini? Kanska hevur tú rætt til endurgjald
Endurskoða parkeringsforboð í Gundadali
Avdúking: Brúkt slaka millión til økið kring Lívdina — uttan um býráðið
Lívdin-málið: Ongin vil tosa um ivasomu milliónina
Likin skjøl: Lívdin-milliónin samband við politiskt ynski
Tórshavnar kommuna við kommunueftirlitið: Vit hava ikki roynt at fjalt nakað
Sethúsa-samtykt til Brekkstein-familjuna sníkt ígjøgnum býráðið
“At politikarar halda seg sleppa avstað við tílíkum!”
Vikuligt magasin
Fregnartænastan er komin út fyri fyrstu ferð í dag, og verður eitt afturvendandi vikuligt magasin. Í næstu viku snýr Fregnartænastan seg um fakfeløg og millum annað dupultleiklutir hjá fakfelagsforfólkum.
Tú finnur fyrsta partin á heimasíðuni og appini, í báðum førum undir “Poddvarp”.
Durita Fagradal Augustinussen og Jan Lamhauge hava lagt til rættis.
Tú kanst lurta her, ella finna Fregnartænastuna á heimasíðuni og appini, í báðum førum undir “poddvarp”.
Rita Inn
Tú skalt rita inn fyri at lesa og lurta eftir Frihedsbrevet.