Her er der en lydafspiller

Men før du kan se den, skal du acceptere cookies fra vores lydleverandør.

Tað stutta av tí langa
Tá ein broyting av byggisamtyktini fyri eitt øki varð lagt fyri Tórshavnar býráð 23. juni 2021, legði Tróndur Sigurðsson eina broyting av byggisamtyktini fyri eitt heilt annað øki fyri býráðið, sum hevði við sær, at familjan hjá Anfinni Brekkstein, varaborgarstjóra, kundi byggja sethús á hetta stykkið. Nógv bendir á, at talan var um eina tilvitaða ráðagerð millum politikarar, tí umsitingin hjá Tórshavnar kommunu sigur, at tað var ein “politisk avgerð, uttan viðgerð frá umsitingini”. “Eg kenni tað sum um, at eg verði gjørdur til syndabukk”, sigur Tróndur Sigurðsson, sum tó ikki vil siga, hvør legði honum lag á.

 

Hvat hendi á altavgerandi býráðsfundinum?
Avgerandi løtan í málinum er á býráðsfundinum 23. juni 2021.

Fundurin hevði verið í tríggjar og ein hálvan tíma og vóru heili 38 mál avgreidd, tá mál um “Broyting av byggisamtykt fyri Velbastað, matr. nr. 51a, í sambandi við sethúsaútstykking” kom fyri. 

(Gev gætur, at tað snúði seg um matrikkul 51a — tað hevur týdning fyri søguna.)

Tá málið bleiv lisið, reisti Anfinn Brekkstein, varaborgarstjóri, seg og segði við sín síðumann Heðin Mortensen, borgarstjóra, at hann mátti fara út, tí hatta var festið hjá beiggja hansara. 

Heðin Mortensen las síðani málið og málsgongdina upp: “Tekniski stjórin og býararkitekturin mæla til at broyta byggisamtyktina sambært skjalinum Eftir broyting”, segði Heðin Mortensen.

 

 

Nú bað Tróndur Sigurðsson, formaður í Byggi- og býarskipanarnevndini, um orðið. 

“Her er tíverri aftur eitt misforstáilsi, ið er farið fram. Tí viss mann hyggur eftir Áðrenn og Eftir broyting, so manglar tað eina stykkið í harniðri, og tí fari eg at mæla til, at býráðið samtykkir eftir tí skitsuni, sum er gjørd”.

Formaðurin í Byggi- og býarskipanarnevndini segði býráðnum, at mann hevði “gloymt” eitt stykki í tekningini, sum býráðslimir høvdu fingið. Tí skuldi málið heldur samtykjast eftir skitsuni, har tað eina, sokallaða “gloymda” stykkið, var við í broytingini av byggisamtykt.

“Ja, her er ein lítil broyting í eisini, men ikki er hon stór”, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, áðrenn tað varð atkvøtt, og býráðið einmælt samtykti at broyta byggisamtyktina sambært skitsuni. 

 

 

Undir tí sama málinum bleiv byggisamtyktin tí broytt fyri tvey ymisk atskild økir sum um, at økini vóru eitt. 

 

Øll søgan
Málið byrjaði góðar fýra mánaðir frammanundan, tann 4. februar 2021, tá Tórshavnar kommuna fekk eitt skriv frá einum festara á Velbastað, sum vildi hava byggisamtyktina fyri matrikkul nummar 6a broytta, soleiðis at økið bleiv til eitt sethúsaøki, tí so kundi hann byggja á stykkið. 

(Enn eina ferð, gev gætur, at hetta snýr seg um matrikkul 6a. Bara fyri at minna á, hvat mál stóð á skránni á áðurnevnda býráðsfundi, so var tað 51a). 

Festarin, sum skrivaði til Tórshavnar kommunu, var tó ikki ein tilvildarligur festari, tí festarin var beiggi Anfinn Brekkstein, varaborgarstjóra í Tórshavnar kommunu. Hansara festi var upprunaliga festið hjá foreldrunum hjá Anfinni Brekkstein, og økið, sum hann søkti um, var beint upp at barndómsheiminum hjá Anfinni Brekkstein. Tá Tórshavnar kommuna samskifti um part av umsóknini, var onkur teldupostur eisini sendur til  Anfinn Brekkstein, tí partar av umsitingini eftir øllum at døma hildu hann vera ein part av málinum. 

Umsitingin hjá Tórshavnar kommunu tók ikki undir við, at samtyktin fyri økið skuldi broytast. Tað kom fram á fundi millum Tórshavnar kommunu og Búnaðarstovuna 15. apríl 2021. Báðir partar hildu, at tað er ein trupulleiki, at festarar kunnu velja sær lendi út og avgera, hvat virksemi skuldi vera á tí. Sum á Velbastað, har festarin vildi byggja bústað á einum neyvt útvaldum øki, tí “tá gerst festarin planleggjarin, og ikki planmyndugleikin”, stendur í fundarfrásøgnini. 

Men um somu tíð skuldi byggisamtyktin fyri eitt heilt annað øki á Velbastað tó broytast, soleiðis at sethús kundu byggjast á tí økinum. Tað málið kallaðist ”Broyting av byggisamtykt fyri Velbastað matr. nr. 51a, í sambandi við sethúsaútstykking.” Tað vil siga, at kommunan skrásetti hetta bara sum eitt mál um 11 grundstykkir á matrikkul 51a, men nevndi einki um matrikkul 6a. 

Málið kom fyri á áðurnevnda býráðsfundi 23. juni 2021. Sum sagt, tá málið varð lisið upp, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at tekniski stjórin og býararkitekturin mæltu til at broyta byggisamtyktina. Tróndur Sigurðsson hevði tó eina rætting, tí hann segði, at tað var hent ein misskiljing, tí mann hevði “gloymt” eitt stykki. Heðin Mortensen viðmerkti, at hetta var ikki ein stór broyting. Og uttan meir hóvasták, samtykti býráðið uppskotið. 

Avgerandi munurin millum tað, sum umsitingin hevði fyrireikað til fundin, og tað, sum býráðið samtykti, var økið upp at barndómsheiminum hjá Anfinni Brekkstein, har tað nú bar til at byggja sethús. 

 

Umboðsmaðurin inn í málið
Tá málið bleiv lagt til almenna hoyring, kom tó ein kæra frá einum borgara á Velbastað. Men Tórshavnar kommuna svaraði honum, at kæran bleiv ikki gingin á møti, tí “ætlaða stykkingin fram við Ervaveg er lættari atkomulig, og at lendið er betur hóskað til bygging, enn onnur byggiøki í bygdini”. Tórshavnar kommuna nevndi sostatt einki um 6a, men úttalaði seg einans til matrikkulin til tey 11 sethúsini. 

Kærarin kærdi tó málið víðari til Løgtingsins Umboðsmann. 

Umboðsmaðurin skrivaði til Tórshavnar kommunu, at Umboðsmaðurin helt seg ikki duga at síggja, “hvør grundgeving er fyri hesi broyting” av byggisamtyktini fyri 6a? 

Umsitingin svarar, at umsetingin metti ikki, at tað var grundarlag fyri at broyta byggisamtyktina fyri 6a, og tí var ongin viðgerð, og tað vóru heldur ongi skjøl at vísa á í hesum sambandi. Tróndur Sigurðsson legði broytingaruppskotið fyri býráðið, og var hetta ein politisk avgerð, uttan viðgerð frá umsitingini. 

Hetta er vert at endurtaka: Umsitingin váttar, at umsitingin var ímóti broytingini, at ongi skjøl eru og at hetta var ein politisk avgerð.

Umsitingin nágreinar fyri Umboðsmanninum, at umsitingin var ímóti at broyta byggisamtyktina fyri 6a, tí tað verður mett at vera trupulleiki í mun til býarplanlegging, at nýggir festarar ynskja at byggja síni egnu hús, tí tað fer at hava við sær smáar býlingar kring festini. Harumframt hevði verið betri í hesum førinum, um økið lá upp at verandi bústaðarøki, og ikki forskotið, tí vegatkoman til stykkið mátti verða gjøgnum tveir aðrar matriklar. 

Umboðsmaðurin skrivaði aftur til kommununa, tí Umboðsmaðurin undraðist yvir, at Tróndur Sigurðsson segði býráðnum, at tað var ein misskiljing”, at málið um 6a ikki var við á tekningini, sum umsitingin hevði til býráðsfundin. Hvør var “misskiljingin”? spurdi Umboðsmaðurin. 

Men umsitingin mátti svara, at umsitingin snøgt sagt ikki visti, hvørja misskiljing Tróndur Sigurðsson tosaði um. Sum sagt, tað var ein politisk avgerð.

 

Álvarslig átala frá umboðsmanninum
Løgtingsins umboðsmaður gav Tórshavnar kommunu eina álvarsama átalu og kallaði handfaringina av málinum “sera ivasama”, tí hon var ikki “samsvarandi reglunum í Kommunustýrislógini og  Kommunustýrisskipanini hjá Tórshavnar kommunu”.

“Sum málið er lýst, kann eg tí ikki útihýsa, at ósaklig atlit hava verið orsøk til  broytingaruppskotið um at broyta matr. nr. 6a”, skrivaði Løgtingsins umboðsmaður. 

Hendan atfinningin var ivaleyst fyrst og fremst vend móti Tróndi Sigurðsson, formanni í Byggi- og býarskipanarnevndini, tí tá umsitingin avgjørdi ikki at leggja broytingina av matrikkul 6a til politiska viðgerð, kom málið allíkavæl umvegis Trónd Sigurðsson fram á býráðsfundinum 23. juni 2021. “Hetta var uttan nakra fyrireiking ella málslýsing av broytingini í matr. nr. 6a”. 

“Ongar skrivligar upplýsingar eru um, hví formaðurin – ímóti metingini hjá umsitingini – vildi  fremja hetta málið, sum sambært umsitingini ikki var býarskipanarligt grundarlag fyri”, skrivar Løgtingsins umboðsmaður. 

Niðurstøðan hjá Løgtingsins umboðsmanni er eisini vend móti Heðini Mortensen, borgarstjóra. Tí sambært Kommunustýrislógini hevur borgarstjórin dagligu leiðsluna av kommunalu fyrisitingini, og skal borgarstjórin undan hvørjum kommunustýrisfundi kunna kommunustýrislimir um, hvørji mál koma fyri, og skal hann syrgja fyri, at býráðslimir taka støðu á upplýstum grundarlagi. Men soleiðis var ikki í sambandi við 6a. Arbeiðið hjá Heðini Mortensen var ikki nóg gott, staðfestir Løgtingsins umboðsmaður. 

Niðurstøðan hjá Løgtingsins Umboðsmanni var, at málið var so mikið álvarsamt, at tað varð sent til kunningar til formansskapin í løgtinginum, løgmann, landsstýrismannin í kommunumálum og landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum. Løgtingsins Umboðsmaður mælti eisini til, at málið bleiv tikið uppaftur. 

Umhvørvisstovan boðaði eisini Tórshavnar kommunu frá, at Umhvørvisstovan afturkallaði góðkenningina av broytingini í byggisamtyktini fyri 6a.

 

Býráðspolitikarar kenna seg lumpaðar
Frihedsbrevet hevur tosað við fleiri býráðspolitikarar, og fleiri teirra kenna seg lumpaðar í málinum. 

Sum vanligur býráðspolitikari “hevur tú ikki ein verðins kjans” at seta teg inn í broytingar, sum verða lagdar fyri á einum býráðsfundi, verður sagt. Býráðið avgreiðir 30–40 mál á einum fundi, og tí er tað alneyðugt, at býráðspolitikarar kunna hava álit á, at umsitingin hevur góðkent tað, sum verður lagt fyri fundin.

Vanliga fáa býráðspolitikarar innlit í mál í nevndararbeiðinum, tá mál verða fyrireikað til at leggja fyri býráðið, men tað hendi ikki í hesum førinum.

Jákup Dam, sum situr í Byggi- og býarskipanarnevndini fyri Tjóðveldi, váttar fyri Frihedsbrevet, at hann dugir ikki at síggja, at broytingin av 6a varð viðgjørt í nevndini, áðrenn býráðsfundin, 23. juni 2021.

 

 

Hetta sigur Tróndur Sigurðsson
“Eg eri sera keddur av tí, men eg kann bara siga, at eg handlaði í góðari trúgv. Annars havi eg ikki fleiri viðmerkingar, tí vit hava avtalað, at tað er Heðin Mortensen, sum úttalar seg í hesum málinum”.

Men tað var tú, sum legði hesa broytingina fyri býráðið? 

“Ja, men eg fekk tað at vita áðrenn fundin, at tað skuldi eg gera. Tað veit eg væl, at tað burdi eg ikki havt gjørt, tí eg burdi heldur hava koyrt málið aftur í nevnd. Men eg kenni tað tó eitt sindur sum um, at eg verði gjørdur til syndabukk í hesum málinum, tí eg gjørdi tað, sum eg fekk at vita”.

Hvørjum fekk tú hetta at vita frá?

“Nei, tað havi eg onga viðmerking til. Sum sagt, vit hava avtalað, at tað er Heðin Mortensen, sum úttalar seg í hesum málinum”.

 

Hetta sigur Anfinn Brekkstein
“Eg havi onga viðmerking til hetta málið”, er Anfinn Brekkstein skjótur at svara, tá vit ringja til hansara. 

Men umsitingin sigur, at hetta var ein politisk avgerð, og tað snýr seg um eitt øki, har tín familja býr. Var tú so partur av hesi politisku avgerðini?

“Eg havi onga viðmerking”.

Men hetta snýr seg um eitt øki, har tín familja býr. Viðkemur tað ikki tær?

“Eg havi onga viðmerking til hatta málið”. 

 

Heðin Mortensen ikki vent aftur
Frihedsbrevet hevur roynt at ringt og skrivað til Heðin Mortensen, men hann vendi ikki aftur til hesa greinina.