Fría Barbara #50: Gott nýggjár og takk fyri tað farna!
Listar yvir best umtókta hetta og hatta eru eitt av teimum tingunum, sum hoyra nýggjárinum til. Ofta haldi eg tað er rættiliga bíligt og irriterandi, og eg kann lova tær fyri, at teir journalistar, sum standa aftan fyri teir allarflestu topplistarnar, hava gjørt teir dagar ella vikur frammanundan og lagt greinarnar “á skrá” í skipanunum, so at tey kunnu halda frí og eta seg um rygg í eina viku. Friður verið við tí, onkuntíð skal man eisini halda frí.
Eg kann tó ikki reypa mær av, at vera so væl skipað. Orsøkin til, at eg kortini tók mær ein steðg frá átinum uppundir gamlaárskvøld, og fann mær telduna fram er, at eg fangaði meg sjálva í at siti og reflektera yvir tað brátt farna. Yvir árið 2023, sum upp á nógvar mátar var ein rutsjibani upp á gott og ónt. Hetta árið var nok so nógv, fyri nú at brúka eina popputa vending.
Her eru nógv stórmál vit kundu tosað um. Og nógv, sum vit á Frihedsbrevet hava tosað um seinasta árið.
Men um eg nú skal taka eitt evni, sum liggur mær tætt at hjartanum, so er tað hesin nýggi miðilin, sum fekk sítt fyrsta heila ár í føroyska samfelagnum í 2023.
Frihedsbrevet.fo.
Tí hesin miðilin er júst tað, sum eg havi ynskt mær, í nógv ár. Í fleiri ár havi eg ynskt mær eitt fast samstarv við journalistar úr øðrum londum. Ikki bara tí mær dámar best at arbeiða við gravandi journalistikki, sum mann tekur sær neyðugu tíðina til, men eisini tí, at eg haldi, at samfelagið hevur tørv á tí.
Hvat er eitt samfelag uttan miðlar, sum hava tíð og orku til at grava vigtigar søgur fram? Ella sum raðfesta at grava í størri søgum enn teimum, sum taka ein fyrrapart at gera?
Onkuntíð skal mann eisini bróta upp úr nýggjum. Onkuntíð skal mann siga, at eg haldi, at her manglar okkurt í samfelagnum, og eg haldi vit kunnu gera okkurt við tað. Ikki minst skal mann vera ókey við, at tað kanska ikki eydnast. Tí ógingnar gøtur eru ótryggar so ella so.
Nú okkara fyrsta heila ár er farið afturum, havi eg frið á mær sjálvari, tí tað er mær greitt, at vit høvdu rætt í, at eisini tað føroyska samfelagið hevur pláss fyri og tørv á einum gravandi miðli, sum brúkarin má rinda fyri. Vit hava nátt málinum fyri fyrsta árið og takk fái tit øll, sum hava havt áhuga fyri okkara tilfari. Vit arbeiða hvønn dag hart fyri at umseta limakrónurnar til gravandi journalistikk, sum hevur týdning fyri samfelagið. Og frá í dag av vera vit ein aftrat, nú dugnaliga Durita Fagradal Augustinussen byrjar í starvi hjá Frihedsbrevet.
Eg eri sera errin av tilfarinum vit hava framleitt í 2023. Eg haldi tað er vigtigt, at onkur torir at siga søgurnar, sum ikki eru so populerar at siga. Eg haldi tað er vigtigt, at onkur torir at spilla tann góða stemningin, um tað er neyðugt. Og tað er ofta neyðugt, veitst tú helst.
Eg hoyrdi eina lýsing av tí føroyska samfelagnum fyri kortum, sum eg haldi er beinrakin. Tíverri.
Hon var nakað í stíl við :”Føroyar er sum Sisilia. Vit eru ókey við eitt sindur av korruptión. Tað er okey, at nakrir menn spæla eftir øðrum reglum enn onnur. Og tey, sum siga teimum ímóti, vera skotin. Ikki við kúlum her í Føroyum, men við tøgn”.
Eg føldi meg rakta. Ikki sum tann við øðrum reglum, men sum tann skotna. Tú, sum hevur fylgt væl við okkara søgum seinastu nógvu árini, veit kanska, hvat eg meini við.
Hinvegin, so havi eg eina tiltrúgv til, at um vit bara halda fram at siga søgurnar, so hevur tað í øllum førum tann virknað, at tú veit av tí, kæri lesari. Tað er sku altíð nakað.
Tí má eg gera tær ein topplista yvir okkara tilfar í 2023. Ella rættari sagt nakrar topplistar, tí tá eg fór at leita við tí fyri eyga, kom eg eftir, at tað er skilabest at vísa tær á topplistar innan fleiri ymisk øki. Tí her eru nógv í hesum landinum, sum hevur tørv á at verða hugt eftir í seymunum. Og tað hava vit tíbetur gjørt nógv av í árinum, sum fór.
Eg geri tær tí listar yvir greinar, sum eg haldi vísa, at tað er tørvur á Frihedsbrevet.
Tann fyrsti er ein topplisti við avdúkingum innan kommunurnar í landinum. Tí tær hava nógv vald, hesar kommunurnar, hóast vit ikki altíð hava havt fyri vana at hyggja so væl eftir, hvat fyriferst í bý- og bygdaráðum í Føroyum…
1. Topplisti: Ivasamt virksemi í kommununum
Trýst á yvirskriftirnar og sí greinarnar. Hetta kanst tú einans gera, um tú ert á heimasíðuni.
#Borgarstjóri og býráðslimur kunnu skora kassan upp á broytta býarplan
Sunda kommuna samtykti í fjør eina nýggjan býarplan, sum broytir samtyktina fyri økið niðanfyri vegin millum Oyri og Oyrarbakka. Frihedsbrevet avdúkar, at Jógvan Kruse, borgarstjóri, og Haraldur Símunarson Hammer, býráðslimur, eiga jørð á økinum, og fáa tí nú møguleika at selja grundstykkir fyri nógvar pengar. Báðir siga teir seg tó ongar ætlanir hava um at selja — og tjena.
#Sethúsa-samtykt til Brekkstein-familjuna sníkt ígjøgnum býráðið
Tá ein broyting av byggisamtyktini fyri eitt øki varð lagt fyri Tórshavnar býráð 23. juni 2021, legði Tróndur Sigurðsson eina broyting av byggisamtyktini fyri eitt heilt annað øki fyri býráðið, sum hevði við sær, at familjan hjá Anfinni Brekkstein, varaborgarstjóra, kundi byggja sethús á hetta stykkið. Nógv bendir á, at talan var um eina tilvitaða ráðagerð millum politikarar, tí umsitingin hjá Tórshavnar kommunu sigur, at tað var ein “politisk avgerð, uttan viðgerð frá umsitingini”. “Eg kenni tað sum um, at eg verði gjørdur til syndabukk”, sigur Tróndur Sigurðsson, sum tó ikki vil siga, hvør legði honum lag á.
#363.000 krónur fyri myndir av Heðini og kompaní í 2022
Tað ger ikki mun, um tað er eitt dansiband, eitt skrellifelag ella ein gongutúrur. Tá borgarstjórin í Havn fer út ella hittir onkran, syrgir kommunan vanliga fyri, at myndir verða tiknar og spreiddar. Í 2022 rindaði kommunan 363.000 til ein einstakan myndamann
#Atli S. Justinussen regluliga í Fútarættinum — 35 skuldarmál í 14 ár
Atli S. Justinussen, varaborgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, hevur ferð eftir ferð verið í fútarættinum seinastu árini, tí hann ikki hevur rindað tað, hann skyldar. “Tað eri eg sera keddur av, og ætli eg mær enn at rinda hvørja krónu aftur”, sigur Atli S. Justinussen við Frihedsbrevet.
#Alt býráðið á Tvøroyri á rundferð í Evropa við Varðanum Pelagic
Frihedsbrevet kundi tíðliga í árinum avdúka, at allir býráðslimir á Tvøroyri, umframt kommunustjórin og eitt annað starvsfólk hjá kommununi, vóru í fjør á ferð við fleiri starvsfólkum hjá Varðanum Pelagic. Tey vóru í Danmark, í Póllandi, Týsklandi, í Aberdeen í Skotlandi, áðrenn tey fóru til Føroya umvegis Norra. Orsøkin var — tey skulu hyggja eftir verksmiðjum, sum framleiða protein og lýsi, sum Varðin Pelagic hevur ætlanir um at byggja á Tvøroyri — nakað, sum fleiri borgarar á Tvøroyri hava mótmælt, men sum nú er endaliga samtykt.
#Formaðurin í havnanevndini tjenar uppá at dýpa havnina
Fyri fáum mánaðum síðani fekk Tórshavnar havn heimild at brúka 600.000 krónur til at dýpa í Álakeri. Tað er P/f Tórhallur Hansen, sum stendur fyri arbeiðinum. Umleið helvtin av hesum pengunum fara tó til felagið NK Entreprenørar, sum bora og spreingja í sambandi við dýpingina. Hetta er eitt felag, sum Kári Johansen, formaður í havnanevndini, eigur í. “Hetta er ikki eitt arbeiði fyri Tórshavnar havn, men fyri P/f Tórhall Hansen”, sigur Kári Johansen. “Hevði tað verið fyri Tórshavnar havn, so kundi eg ikki funnið uppá at gjørt tað”.
Hvørja ferð Heðin Mortensen vígir eini hjún, fær hann 1.248 krónur. Hetta er galdandi fyri allar býráðslimir í Tórshavnar kommunu — og í 2022 vígdi borgarstjórin 39 pør, sum góvu honum tilsamans 48.672 krónur afturat føstu mánaðarlønini. Í Klaksvíkar kommunu fær borgarstjórin einki fyri ómakin. “Tað er ein partur av arbeiðinum”, sigur Karl Johansen, borgarstjóri.
Tú kann vænta tær fleiri topplistar frá mær komandi dagarnar.
Eg lovi tær, at vit brúka hvørja virkna løtu í hesum nýggja árinum til at grava, leita, seta spurnartekin við og krevja svar upp á enn fleiri mál, sum hava týdning fyri teg at hoyra.
Eg vóni 2024 fer væl við tær og tínum.
Takk fyri tín stuðul til Frihedsbrevet, og takk fyri tú las við.
Barbara Holm
Ábyrgdarstjóri
Frihedsbrevet.fo
Rita Inn
Tú skalt rita inn fyri at lesa og lurta eftir Frihedsbrevet.