Í 2024 varð ein ungur maður álopin og illa løstaður á Tórsfest. Málið varð meldað til løgregluna, men ákæruvaldið gjørdi einki við málið. Á Summar festivalinum í ár varð ein annar ungur maður álopin. Í báðum førunum er gerningsmaðurin tann sami. “Eg eri ótrúliga vónbrotin av føroysku rættarskipanini”, sigur Evi Klejstrup, mamma unga mannin, sum enn gongur til viðgerðar fyri álopið í 2024. “Hvussu ber tað til, at tað er ein, sum kann fremja harðskap í fleiri ár, uttan tað fær avleiðingar?”, spyr pápi unga mannin, sum fekk skaða fyri fáum vikum síðani.