Jan Lamhauge

jan@frihedsbrevet.dk

Álopin og bitin í hálsin: Mátti stríðast við løgregluna fyri at sleppa at melda

Tað stutta av tí langa Løgreglan kom á staðið beinanvegin, men tað tók fleiri uppringingar, áðrenn ein kvinna slapp at melda ein mann, sum hevði sligið og sparkað hana og bitið hana í hálsin. “Tann eini løgreglumaðurin bað meg enntá fara heim at drekka kamillute og slappa av”, sigur kvinnan við Frihedsbrevet. Hon stuðlar frásøgnini hjá… Continued

“Krúnborg” umaftur: Enn ein kvotusøla fyri hundraðtals milliónir

Tað stutta av tí langa Christian í Grótinum-samtakið í Klaksvík hevur keypt uppsjóvarskipið Jupiter fyri 271 milliónir krónur, hóast skipið var keypt fyri “einans” 85 milliónir krónur í 2023. Handilin snýr seg í veruleikanum um at fáa fatur á kvotunum hjá skipinum, hevur Jan Petersen, stjóri í Christiani í Grótinum, fyrr greitt frá.  Talan er um… Continued

Chikana og happing á Umhvørvisstovuni: Fleiri peika eftir toppleiðsluni

Tað stutta av tí langa Lemjandi trivnaðarkanning avdúkar umfatandi trivnaðartrupulleikar á Umhvørvisstovuni, og fimm keldur, sum Frihedsbrevet hevur tosað við, peika beint eftir ovastu leiðsluni, serstakliga varastjóranum á stovninum. Tvær keldur eru dulnevndar, meðan tríggjar siga frá sínum upplivingum við fullum samleika. “Eg stúri fyri at tað verður trupult at skapa álit aftur á hesa leiðsluna,”… Continued

"Eg dugi ikki at síggja, hvussu mann kan verja tað, sum Ísrael ger í Gasa"

Stríðið í Gasa er í ávísan mun eitt trúðarstríð, har summi kristin eru sera harðmælt í sínum stuðli til Ísrael, og har tað kristna og stuðul til Ísrael verður samantvinnað til eitt. Poul F. Guttesen, gudfrøðingur, er tó ikki ein teirra. Tvørturímóti sigur hann seg hava ilt við at skilja, at kristin kunna verja framferðina hjá… Continued