Durita Fagradal Augustinussen

durita@frihedsbrevet.fo

Brotsvarpið: Tráelt kvinnu síðan 2014

Ein maður var í Føroya rætti í dag, tí hann var ákærdur fyri brot á tilhald og tráelting av einari kvinnu, sum hann hevði arbeitt saman við. Líka síðan 2014 hevði hann sent ósømilig boð til bæði kvinnuna og fleiri av hennara nærmastu, og hóast kvinnan hevði roynt at forða fyri, at hann kundi skrivað til hana, hevði hann skift telefonnummar minst 18 ferðir, so hann kundi blíva við at skriva til hana. Hóast hann fekk tilhald móti kvinnuni í fjør, hevði tað ikki steðgað honum at blíva við at skriva til kvinnuna.

Nevningamál útsett tí avgerandi vitni ikki møtti

Restin av nevningamálinum verður útsett, tí eitt avgerandi vitni ikki kundi møta í rættinum. Ætlanin var í staðin at endurgeva frágreiðingina, sum vitnið áður hevði givið løgregluni, men hesum mótmælti ein av verjunum. Verjin helt fast við, at vitnið eigur at verða avhoyrt beinleiðis í rættinum, og tí kann málið ikki halda fram sum ætlað.

Masterklass: Avvarðandi fáa ábyrgdina, men ikki stuðulin

Í hesum partinum av greiðir Barbara Egilstrøð frá gransking síni í heimabundnari demensumsorgan og leiklutinum hjá avvarðandi. Vit tosa um familjurnar, sum royna at halda gerandisdegnum so vanligum sum gjørligt, meðan demensurin spakuliga broytir alt. Ritgerðin vísir, at avvarðandi ofta brúka nógva orku upp á at verja virðingina hjá tí demensrakta og fjala álvaran fyri umheiminum. Men tá sjúkan verður dempað, kann umsorganarbyrðan eisini verða ósjónlig og tá kann familjan enda ov einsamøll við ábyrgdini.