Restin av nevningamálinum verður útsett, tí eitt avgerandi vitni ikki kundi møta í rættinum. Ætlanin var í staðin at endurgeva frágreiðingina, sum vitnið áður hevði givið løgregluni, men hesum mótmælti ein av verjunum. Verjin helt fast við, at vitnið eigur at verða avhoyrt beinleiðis í rættinum, og tí kann málið ikki halda fram sum ætlað.