Hótta kommunu við endurgjaldskravi, um byggisamtykt verður broytt

Fyrrverandi eigarar av einum grundstykki við Oyggjarvegin í Havn hava sent eitt slag av hóttanarskrivi til Tórshavnar kommunu. Tey krevja endurgjald ella aðra samsýning frá kommununi, tí tey siga, at býráðið ikki vildi broyta byggisamtyktina fyri økið, tá tey áttu tað, men at býráðið er sinnað at broyta samtyktina fyri nýggju eigarunum. Hóttanin er tó møguliga grundað á skeivar upplýsingar, sambært nýggju eigarunum.

Greining: Kreppufundur um fiskin í Javnaðarflokkinum

Javnaðarflokkurin á tingi

Tað er ikki fallið í góða jørð hjá leiðsluni í Javnaðarflokkinum, at Suðurstreymoyar Javnaðarfelag alment finst at ætlanunum um at leingja fiskiloyvini upp í 10 ár. Fríggjadagin var harðmæltur fundur í flokkinum, men í dag verður uppskotið samtykt. Orsøkin er ivaleyst, at nú eru tveir sterkir veingir í flokkinum. Og hesa ferð vinnur høgravongurin. Frihedsbrevet greinar støðuna í Javnaðarflokkinum. 

Ivamál um gegnið hjá Christiani Andreasen

Ákæruvaldið setur nú spurnartekin við gegnið hjá Christiani Andreasen sum verji hjá Janusi Petersen í einum máli um MVG-svik. Sambært ákæruvaldinum hevur Christian Andreasen havt ein gjøgnumgangandi ráðgevandi leiklut í virkseminum hjá Janusi Petersen. Men sambært Christiani Andreasen, so er munur var á at veita løgfrøðiliga ráðgeving og tænastur og so á at veita ráðgeving um skattaviðurskifti.