Nýtt poddvarp, Masterklass: Føroysk vitan skal koma í umferð
Føroyar eru eitt lítið samfelag, men vit hava eitt stórt vitanartilfeingi. Tað liggur í ritgerðum, kanningum, frágreiðingum og granskingararbeiði, sum ofta snúgva seg um júst tey viðurskifti, vit dagliga tosa um, taka avgerðir um og liva mitt í. Við Masterklass vilja vit lata hetta tilfeingið koma tykkum og okkum øllum til góðar.