Frímælt #182: Ein dulnevndur ummælari og ein fløga í 100 eintøkum

Den anden anmelder er ein brúkari á Instagram, sum undir dulnevni ummælir føroyska list. Vit skifta orð um hetta, um týdningin av ummælum, um at ummæla dulnevnt og hvat tað ger við sjálvt ummæli. Silvurdrongur er fløguaktuellur - og tað skal skiljast heilt bókstavliga, tí hann hevur givið út eina fløgu. Hvørki meiri ella minni. Bønir eitur hon og hon finst ikki talgilt - bara fysiskt og bara í 100 eintøkum.  Vit runda eisini Roskilde Festivalin, sum er farin aftur um bak og hyggja fram í móti G!, sum verður í næstu viku. Gestir í Frímælt hesa ferð eru Trygvi Danielsen, tónleikari, Uni Leitisstein Hansen, heimasíðusamskipari í Kringvarpi Føroya, og Jan Lamhauge, journalistur í Frihedsbrevet. Vertur er Rólant Waag Dam.

Aftur um Globe Tracker og hvussu 300 milliónur krónur hvurvu

Líka frá byrjan var talan um amerikanskar vinnuligar dreymar, sum føroyingar ættleiddu og fíggjaðu við pengum frá serliga føroyskum tryggingartakarum. Higartil eru tó meir enn 300 millliónir mistar upp á Globe Tracker. Ein av teimum, sum hevur sitið í nevndini í Globe Tracker í fleiri ár, er Fróði Magnussen, sum nú situr á løgtingið fyri Fólkaflokkin. Hann sigur:  “Eg kann bara siga, at eg havi røkt mín nevndarsess eftir besta førimuni, eins og eg altíð geri, har sum eg eri”.

Føroyar eru eftirbátur - ein samrøða um vitlíki

Vit skifta millum annað orð um, hví tað hevur serligan týdning fyri fólk, ið bera brek, at vitlíki dugir væl føroyskt, um tað er tín fakligheit ella tín persónligheit sum avger, hvørt títt arbeiði verður niðurlagt av vitlíki, og hvussu tað ber til, at fólkini handan vitlíkismyndilin Alphafold vunnu nobelheiðurslønina innan evnafrøði.