Fiskur, ósemjur og øvundsjúka

Síðani nýggj samgonga varð skipað 9. apríl 2026, hevur løgtingið fyri tað mesta samtykt mál, sum undanfarna samgonga arbeiddi við, og tí eru flestu mál samtykt við einum breiðum meirluta. Eitt av fáu málunum, har tað tó var stórur munur millum samgongu og andstøðu, var málið um at leingja gildistíðina á loyvunum innan fiskivinnuna til tíggju ár. Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi, sum í nógv ár hava staðið saman í kjakinum um fiskivinnuna, standa nú ikki saman longur. Hví? Tað kjakast Ben Arabo úr Javnaðarflokkinum og Høgni Hoydal úr Tjóðveldi um.

Hótta kommunu við endurgjaldskravi, um byggisamtykt verður broytt

Fyrrverandi eigarar av einum grundstykki við Oyggjarvegin í Havn hava sent eitt slag av hóttanarskrivi til Tórshavnar kommunu. Tey krevja endurgjald ella aðra samsýning frá kommununi, tí tey siga, at býráðið ikki vildi broyta byggisamtyktina fyri økið, tá tey áttu tað, men at býráðið er sinnað at broyta samtyktina fyri nýggju eigarunum. Hóttanin er tó møguliga grundað á skeivar upplýsingar, sambært nýggju eigarunum.

Greining: Kreppufundur um fiskin í Javnaðarflokkinum

Javnaðarflokkurin á tingi

Tað er ikki fallið í góða jørð hjá leiðsluni í Javnaðarflokkinum, at Suðurstreymoyar Javnaðarfelag alment finst at ætlanunum um at leingja fiskiloyvini upp í 10 ár. Fríggjadagin var harðmæltur fundur í flokkinum, men í dag verður uppskotið samtykt. Orsøkin er ivaleyst, at nú eru tveir sterkir veingir í flokkinum. Og hesa ferð vinnur høgravongurin. Frihedsbrevet greinar støðuna í Javnaðarflokkinum.