Á Visit Faroe Islands eru tey farin at bannað so illa í nýggjum lýsingarfilmi. Men ger tað nakað, spyrja vit í Frímælt hesa ferð. Vit spyrja eisini, hvussu ráðiligt tað er, at ein rúgva av ferðafólki gongur um eina brúgv frá 1974, sum er bygd burtur úr nøkrum lyktapelum.
Vit fara ein lítlan túr til Noregs, har føroyska kvinnan við Nøtte-krukkunum nú er dømd. Úr Noregi fara vit til rættin í Føroyum, tí í næstum kemur Eystari landsrættur til Føroya at viðgera málið um álopið við Sandá.
Og so hoyra vit um eina nýggja poddvarpsrøð hjá Frihedsbrevet, sum kemur í næstu viku.
Gestir í Frímælt eru Barbara Holm, ábyrgdarstjóri í Frihedsbrevet, Sigga-Maria Hjalmarsdóttir Højgaard, rithøvundur og pedagogur, Jan Vestergaard, sjómaður, og Eyðfinn Bogason Lamhauge, tónleikari og lesandi.
Vertur er Rólant Waag Dam.