Tvær milliónir krónir eru játtaðar í gávu til nýggju kirkjuna á Glyvrum treytað av, at hon verður bygd. Men hvør ella hvørji tey eru, sum vilja lata almennu fólkakirkjuni pengar, fæst ikki innlit í. Átrúnaður hjá fólki er privatur, siga bæði fólkakirkjan og aðalráðið.