Frihedsbrevet hevur fingið innlit í niðurstøðuna í dóminum hjá Eystara landsrætti í málinum um valsvik í Oyndarfirði, har landsrætturin metti, at tað var prógvað, at ein annar enn veljarin setti annan krossin á tann avgerandi valseðilin. Tóri Højgaard, varaborgarstjóri í Runavíkar kommunu, undrast á, at landsrætturin kemur til eina so greiða niðurstøðu.