Uppgávur fyri slakar 400 milliónir uttan alment útboð upp á tvey ár
Tað stutta av tí langa
Upp á minni enn tvey ár hevur Tórshavnar kommuna tryggjað byggifyritøkuni Articon fleiri uppgávur fyri samanlagt 385 milliónir. Uttan at uppgávurnar eru bodnar út. Landsstýrismaðurin eftirlýsir gjøgnumskygni hjá kommununum. “Tað kann í summum førum tykjast sum, at tað eru persónligu sambondini, sum liggja aftanfyri, hvør fær hvørjar uppgávur”, sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, sum ætlar sær at taka málið um alment útboð upp politiskt.
Milliónaavtalur til tey útvaldu
Í september 2022 undirskrivaðu Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, og Jón Sigurðsson, stjóri í Articon, ein sáttmála fyri 243 milliónir. Articon skuldi byggja stórhøllina í Hoyvík. Tórshavnar kommuna kom gaman í ikki við øllum pengunum — “bara” 132 milliónum — tí landsstýrið, danska stjórnin, Mærsk og Betri komu eisini við pengum, men tað var Tórshavnar kommuna, sum var stigtakari, og sum legði leistin fyri verkætlanina.
Ja, ella rættari sagt var tað ikki Tórshavnar kommuna, sum var stigtakari, tí í veruleikanum vóru tey fyrstu avgerandi stigini til verkætlanina tikin á loyniligum fundum millum leiðsluna í býráðnum og vinnulívsmenn, sum høvdu fingið samband við Heðin Mortensen, borgarstjóra, og har høvdu sagt honum, hvussu verkætlanin skuldi skipast og hvussu nógv hon skuldi kosta.
Harímillum var avgjørt, at 243 millióna dýra verkætlanin ikki skuldi bjóðast út. Uppgávuna skuldi Articon fáa.
Hetta skrivaði Frihedsbrevet longu um í farnu viku. Men nýtt innlit vísir, at stórhøllin var ikki einasta uppgáva, sum Articon fekk frá kommununi uttan nakað alment útboð hetta árið. Articon gjørdi eisini eina uppgávu í sambandi við Skúlan á Fløtum fyri 1,4 milliónir.
Árið eftir, í 2023, komu uppaftur fleiri uppgávur uttan alment útboð. Innlit, sum Frihedsbrevet hevur fingið, vísir, at Articon fekk fýra uppgávur frá Tórshavnar kommunu í 2023 fyri samanlagt 141 milliónir. Alt uttan alment útboð.
Sambært Boga Jacobsen, tekniskum stjóra í Tórshavnar kommunu, hevur Articon fingið hesar uppgávurnar, tí talan er um framhald av verandi verkætlanum.
“Tí er Articon biðið um tilboð upp á hesi arbeiðir uttan aðrar bjóðandi partar. Hóast arbeiðini ikki hava verið boðin út, hevur fyritøkan í øllum førunum latið inn tilboð um at gera arbeiðini, sum síðani eru samtykt í býráðnum”, skrivar Bogi Jacobsen til Frihedsbrevet.
Umframt uppgávurnar fyri hesar 141 milliónar, kann tað eisini vera, at Articon eisini hevur gjørt “smærri rakstraruppgávur”. “Tað havi eg ikki yvirlit yvir”, skrivar Bogi Jacobsen.
“Harafturat kann Articon hava gjørt arbeiðir fyri aðrar fyrisitingar í Tórshavnar kommunu, umframt fyri Tórshavnar Havn”, skrivar tekniski stjórin.
Tekniski stjórin vísir altso á, at tað er væl hugsandi, at hetta bara er toppurin av ísfjallinum, sum hendan eina fyritøkan hevur fingið til uppgávu frá høvuðsstaðarkommununi, uttan at hendan hevur loyvt øðrum at bjóða seg fram.
Landsstýrismaðurin vil hyggja eftir málinum
Tá ið umræður keyp av vørum og tænastum hjá landinum, eru púra greiðar reglur galdandi. Ein stovnur ella aðalráð skal bjóða arbeiði út eftir ítøkiligum reglum, um altso innkeypið er størri enn eitt vist. So økjast krøvini fyri, hvussu nógv skulu bjóða og líknandi, alt eftir hvussu stórar upphæddir talan er um.
Hjá kommunum eru tó ikki eins greiðar reglur fyri almennum útboði. Men hjá fleiri kommunum — har ímillum hjá høvuðsstaðarkommununi — eru almennur politikkur um, hvussu slíkt skal fara fram.
Og í einum 12 síða langum skrivi á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu, sum eitur Innkeyps- og útboðspolitikkur fyri keyp av vørum og tænastum, er útgreinað, hvørjar reglur kommunan og tess stovnar skulu virka eftir.
Tær reglurnar eru at kalla tær somu sum hjá landinum. Keyp upp til 800.000 krevja minst tvey tilboð. Keyp úr 800.000 skulu bjóðast út og rammusáttmálar yvir 800.000 somuleiðis. Hesin politikkurin er samtyktur í fíggjarnevndini 12. november 2014.
Men innlit hjá Frihedsbrevet vísir altso ein annan veruleika. Bara ein einstøk fyritøka — Articon — hevur fingið arbeiði fyri útvið 400 milliónir krónur bara í tvey ár og hetta uttan at arbeiðið er boðið út. Hetta og mál, sum áður hava verið frammi um vantandi útboð, hava fingið landsstýrismannin í kommunumálum, Bjarna Kárason Petersen, at taka málið upp innanhýsis.
“Eg havi altíð mett tað umráðandi, at verkætlanir hjá tí almenna skulu bjóðast út, so tú ikki gevur fyrimun til ávísar fyritøkur fram um aðrar. Tað eigur at vera útgangsstøðið, og landið hevur reglur um tað, men hjá kommununum er tað ikki júst soleiðis, tað altíð fungerar”, sigur landsstýrismaðurin.
Hann sigur seg hava hoyrt um tær ymsu “finturnar”, sum verða brúktar í kommunalum høpi fyri at sleppa undan at bjóða uppgávur út alment.
“Tað er í øllum førum ein trupulleiki, at tað er so lítið gjøgnumskygni í, hvør fær tær ymsu uppgávurnar, hví júst tey og út frá hvørjum kriterium. Tað kann í summum førum tykjast sum, at tað eru persónligu sambondini, sum diktera val og frával. Tað er í øllum førum tað inntrykkið, eg standi við”, sigur Bjarni Kárason Petersen.
Hann sigur, at hann á hesum økinum arbeiðir á tveimum mótum. Fyrst av øllum hevur hann nú tikið málið upp innanhýsis í ráðnum, har hann ætlar at seta gongd á arbeiði at finna fram til, hvussu kommunurnar kunnu fáast at bjóða alt keyp út alment. Hetta arbeiðið er júst byrjað og ætlar landsstýrismaðurin at taka hetta upp politiskt í næstum.
Á hinum mótinum arbeiðir landsstýrismaðurin við at endurskoða Kommunala eftirlitið, sum hann heldur er ov veikt og má styrkjast.
“Avbjóðingin í løtuni er tann, at í so fall at kommunurnar ikki bera seg at, sum tær burdu, so er tað avmarkað, hvat Kommunala eftirlitið kann gera við tað. Kommunala eftirlitið er øgiliga veikt í løtuni, og tí tosa vit nú um, hvussu vit kunnu styrkja tað”, sigur Bjarni Kárason Petersen.
Stórhøllin og alment útboð
Frihedsbrevet skrivaði í farnu viku um stórhøllina, sum nú er ávegis. Greinin eitur Stórhøllin í Havn: 120 milliónir dýrari enn høllin, sum mann segði seg skula byggja
Ert tú á heimasíðuni, kanst tú trýsta á her og lesa greinina. Ert tú á appini, finnur tú hana undir “greinar”.
Har tosa vit við Jón Sigurðsson, stjóra í Articon og Tummas Justinussen, ein av stigtakarunum til stórhøllina — m.a. um alment útboð. Har sigur stjórin í Articon seg einki hava ímóti almennum útboði.
Hevði tú ikki sjálvur kent teg illa, um tú hoyrdi, at ein kappingarneyti fekk eina uppgávu fyri 250 milliónir?
“Jú, tað hevði eg. Og tað havi eg eisini oftani upplivað, tí tað er ikki bara Articon, sum fær uppgávur uttan útboð. Men tá skal mann kanska eisini spyrja seg sjálvan “hví fekk eg ikki tilboðið? Hví valdu tey ein annan?” Men sum sagt, vit hava ongan trupulleika av almennum útboði”, sigur Jón Sigurðsson millum annað í tí greinini, sum also kann lesast aðrastaðni á heimasíðuni og appini.
Rita Inn
Tú skalt rita inn fyri at lesa og lurta eftir Frihedsbrevet.