Hevði hann ikki hildið fast, sum hann gjørdi, hevði hann verið blakaður fyri borð av alduni. Soleiðis sigur Tórður Árnastein, sum fekk staðfest diskusprolaps eftir ein stuttleikatúr við skjóttgangandi báti hjá Rib62, ið endaði heldur rokaligt. “Eg vóni, at tað verður tryggari í framtíðini,” sigur hann við Frihedsbrevet. Trygd og heilsa hjá luttakarum hevur hægstu raðfesting hjá Rib62, sigur stjórin, sum ikki heldur, at felagið hevur nakran trupulleika við trygdini umborð á teirra bátum. Hetta er ikki fyrsta søga av sínum slag, sum føroyskir miðlar siga frá um skaðar á túrum við slíkum stuttleikabátum.