Tað fer ikki at loysa seg at arbeiða hjá pensjónistum, um uppskotið hjá samgonguni um at strika part av mótrokningini av fólkapensjónini verður samtykt. Pensjónistar við vanligum inntøkum fara at gjalda umleið 80 prosent í marginalskatti, ið merkir, at fyri hvørja eyka vunna arbeiðskrónu, fáa tey einans 20 oyru útgoldið. Fleiri fara helst at halda frí heldur enn at arbeiða, heldur búskaparfrøðingur.