Her er der en lydafspiller

Men før du kan se den, skal du acceptere cookies fra vores lydleverandør.

Tað stutta av tí langa
Tá ið kendu føroysku vinnulívsmenninir Gordon Rajani, Birgir Dam Jacobsen, Frits Dam Jacobsen og Palli Skorheim settu skjøtul á eitt uttanlandsbyggiævintýr, settu teir ein, sum seinni skuldi vísa seg at vera stórsvindlari við fleiri dómum á baki, í stjórasessin. Eitt ár seinni melda teir stjóran til løgregluna, og nú er hann dømdur fyri at hava stolið frá fyritøkuni, falskað skjøl og falskað undirskriftir. Býrætturin gav manninum trý ára fongsulsrevsing — maðurin hevur kært dómin. 

 

“Rich Kid” verður fangaður fyrstu ferð
Norðursæland, Danmark 2006. Filmsframleiðarin Regner Grasten og instruktørurin Rune Bendixen er júst í gongd við upptøkurnar til ein nýggjan film. “Rich Kids” er heitið á filminum, og hugskotið kemur frá einum ungum manni, sum sjálvur er ein “Rich Kid”. Tá 27 ára gamli Aaron Gouran. Hann er heilin aftan fyri filmin, sum skal lýsa ósunna umhvørvið, sum ríkmansbørn í Norðursælandi liva í. Hann er eisini høvuðsleikarin — tí hann veit, hvat hann tosar um. Regner Grasten og Rune Bendixen fáa nevniliga at vita, at Aaron Gouran er sjálvur ríkmanssonur og livir jetsettara lívið, har tey brúka 30.000 krónur eitt kvøld í býnum, og válkar sær í sex og rúsevnum. Ungi millióningurin loyvir tí Rune Bendixen, sum eisini skrivar handritið til komandi filmin, at fylgja sær í býnum í fleiri mánaðir. 

Eingin illgruni er nakrantíð frá filmsliðnum um, at alt ikki ruggar rætt hjá hesum jetsettaranum. 

Ikki fyrr enn væl inni í upptøkunum til nýggja filmin, tá ið løgreglan kemur til upptøkustaðið og handtekur Gouran og skuldsetur hann fyri fíggjarsvik fyri sjey milliónir krónur. Málið er álvarsamt, og heili 70 ákærupunkt eru móti Aaron Gouran, sum skipað hevur fingið vørur, uttan at rinda, hevur stolið og smuglað vørur o.s.fr. Ringasta ákæran er, at hann er skuldsettur fyri at hava snýtt eina eldri kvinnu fyri fleiri milliónir krónur. Hann verður tó frídømdur í hesum seinasta punktinum, tí kvinnan sjálv hevur verið ov óansin. Men rætturin kemur fram til, at maðurin er sinnissjúkur. Hann er ov sjúkur til at sita ein vanligan fongsulsdóm og fær tí viðgerðardóm í 2008. 


 

Orsøkin er, at tá ið býrætturin í Keypmannahavn skal fella dóm yvir mannin, koma tey eftir, at hann sjálvur er vorðin sinnissjúkur eftir fleiri ár av rúsevnismisnýtslu. Mentalkanningin av manninum sigur, at hann líðir av einari “paranoidari psykosu við forfylgilsisfyristillingum og hallusinatiónum”, og orsøkin er fleiri ár av kokain og rúsdrekka.

“Hann hevur trupult við at skilja ímillum veruleikan og fantasi”, stendur millum annað í kanningini.

Og tað vísir seg, stutt eftir at hann varð handtikin fyrstu ferð, at hansara lívsstílur er íspunnin — ja sjálvt hansara navn er íspunnið.

Tí í veruleikanum eitur hann Amir og kemur frá Tønder, har foreldur hansara áttu eitt pitsaria. Tað skrivar Ekstra Blaðið um hetta sama mundið frá keldum, sum kenna mannin frá hansara tíð í fólkaskúla í Tønder. Tey greiða frá forsøguna hjá unga manninum sum verandi púra vanliga — hann arbeiddi á McDonalds, búði í einum vanligum raðhúsum og var at síggja til ikki nakar millióningur, sum átti milliónir í einum banka í Sveis, sum hann annars hevði billað filmsframleiðarunum í “Rich Kids” inn.

Frá jetsettara til bandavirksemi
Aaron Gouran er skjótur í andglettinum eftir viðgerðardómin, og í 2010 er hann aftur í donskum miðlum — hesa ferð tí hansara nýggja Facebook síða sigur frá, at hann nú er blivin royndarlimur hjá Bandidos í týska býnum Magdeburg. Hesa ferð eitur hann Aaron Baron Gouran á sosialu miðlunum, og hann vísir nú myndir av sínum nýggja leður-veruleika.

 

Tað gongur tó bara ein løta, so er aftur galið. Í 2014 verður hann aftur funnin sekur av dómstólinum í svikagerðum av ymsum slag — eftir fleiri ár av politikanningum av hesari sakini. Nú er hann um 35 ár, og hesa ferð verður hann eisini dømdur ein viðgerðardóm upp á fimm ár, og at rinda endurgjald til fleiri offur fyri hesar svikagerðir — eitt nú danska miðilin Berlingske, sum hevur mist eina hálva millión. Nú hevur hann, saman við øðrum, stolið upplýsingar frá tryggingarfelagnum Codan — eitt nú nøvn, adressur og donsk p‑tøl. Hetta bleiv gjørt til at framleiða følsk koyrikort, sjúkraskjøl og pass. Og hesi følsku samleikapappír vórðu síðani brúkt til at keypa vørur og taka lán, sum ongantíð vórðu afturrindað.


 

Aaron Gouran sigur við Ekstra Blaðið, tá ið dómurin fellur, at hann hugnar sær í Cannes til ein filmsfestival og heldur, tað var eitt mistak, at hann er blandaður í hetta. Spurdur um, hvat hann arbeiðir við tá, sigur hann: “Eg havi eina væleydnaða fyritøku, sum selur alarmar og yvirváking til oljuvinnuna, fyri at sleppa undan stuldri av olju og diesel, sum er ein risatrupulleiki í dag”, sigur hann og sigur frá um sína luksus villa á Strandvejen í Keypmannahavnar-økinum. 

 

Gordon Rajani og Birgir Dam Jacobsen hitta Aaron Gouran
Bert fá ár aftaná hendan seinna viðgerðardómin — í 2017/2018 — hitta føroysku Gordon Rajani og Birgir Dam Jacobsen á fyrsta sinni Aaron Gouran á einum túri til Kina. Áðrenn hendan túrin, hava teir samskifti nakað við hann, ígjøgnum fyritøkuna, sum hann tá arbeiðir hjá, Tempohousing Scandinavia. Hann hevur tó eitt annað navn tá — nevniliga Aaron Grayson Dorseth. “Gouran” navnið kenna føroysku vinnulívsmennirnir einki til, fyrr enn hamarin fellur nøkur ár seinni. 

Aaron hevur um hetta mundið gjørt eitt so gott arbeiði í at selja seg sjálvan, at Gordon Rajani, Birgir Dam Jacobsen, Frits Dam Jacobsen og Palli Skorheim seinni —  síðst í 2018 — fara í formligt samstarv við Gouran — ella Dorseth, sum hann tá rópar seg. Tí tá stovnar føroyska felagið NN Holding hjá áðurnevndu vinnulívsmonnunum eitt danskt felag við heitinum Tempohousing Danmark, og Aaron Gouran hevur gjørt eitt so mikið gott inntrykk á føroysku vinnulívsmenninar, at teir seta hann sum stjóra í felagnum, og hann skal eiga ein part av felagnum sjálvur. 

Hendan avgerðin skuldi seinni vísa seg at vera so skeiv, at hon kostaði vinnulívsmonnunum nógvar milliónir og svikaliga stjóranum trý ár handan rimar.

 

 

Stolið 2 milliónir frá felagnum — tap ella vandi fyri tapi fyri 9 milliónir
Tí tað, sum hann nú skal inn at sita fyri, er eitt mál, sum umræður júst hesar føroysku vinnulívsmenninar. Tí felag teirra, Tempohousing Danmark, er farið á heysin. Áðrenn tað kom so langt, er eitt gott ár, har Aaron Gouran hevur forbrotið seg móti felagnum og móti føroysku vinnulívsmonnunum. Sambært ákæruritinum hevur hann falskað undirskriftir í fleiri umførum — serliga hjá Gordon Rajani. Eitt nú í november 2018, tá ið hann nýtti eitt falskt skjal at fáa atgongd til konto í Nykredit Bank, har hann eitt nú nýtti eina falska undirskrift hjá nevndarformanninum — Gordon Rajani — at fáa fatur á hesari konto. 

Eitt annað dømi er í juni árið eftir, tá ið hann er funnin sekur í at hava tikið pening frá somu konto til eitt depositum fyri at keypa eitt grundstykki, sum hann seldi víðari til eina fyritøku, sum hann sjálvur var parteigari í, uttan at flyta depositumið aftur til Tempohousing Denmark. 

Danska ákæruritið sigur eisini, at Aaron Gouran frá november 2018 til februar 2020 hevur tikið pening av kontoini hjá Tempohousing, sum eru nýttir til endamál, sum einki hava við fyritøkuna at gera. Í alt er talan um tvær milliónir, sum hann hevur tikið í 24 umførum. 

Hesin stórsvindlarin hevur í fleiri umførum falskað undirskriftir og gjørt svikaligar avtalur upp á nakkan á Tempohousing, tess móðurfelag NN Holding í Føroyum, eitt annað felag hjá NN Holding og kundar, veitarar og samstarvsfelagar hjá Tempohousing Denmark. 

Aaron Gouran er funnin sekur í øllum 33 ákærum í hesum málinum í býrættinum í Helsingør.

Býrætturin kom til ta niðurstøðu, at hann er egnaður til vanliga fongsulsrevsing.

Sjálvur ætlaði hann sær enn ein viðgerðardóm, eins og áður. Væl skilligt, tí ein viðgerðardómur er vanliga so, at tað byrjar við, at tú verður innlagdur á psykiatrisku deild, og tá ið deildin metir tað rætt, verður tú útskrivaður fyri síðani at fylgja ymsum viðgerðum, sum deildin metir neyðuga. Tað er sostatt ein munandi øðrvísi revsing enn ein vanligur fongsulsdómur. 

Men so væl spældi klaverið ikki, og fyrst í september í ár kom dómurin — 3 ár handan rimar. 

“Der er ved straffastsættelsen lagt vægt på, at sagen angår omfattende, grov kriminalitet af kompleks karakter begået over en årrække. Der er videre lagt vægt på, at kriminaliteten er nøje planlagt og udført på professionel vis under anvendelse af falske dokumenter af tiltalte, der har indtaget en betroet stil- ling, og at kriminaliteten involverer store beløb, idet sagen samlet vedrører tab og risiko for tab på ca. 9 mio. kr. og et personligt udbytte for tiltalte på ikke under 2,3 til 2,4 mio. kr. Der er desuden lagt vægt på, at tiltalte tidligere er fundet skyldig i ligeartet kriminalitet”, skrivar rætturin í niðurstøðuni. 

 

Hetta siga høvuðspersónarnir
Aaron Gouran sjálvur legði í rættinum dent á, at Gordon Rajani hevur givið Aaron loyvi til at skriva undir fyri seg. Hetta helt dómarin tó ikki vera eftirfarandi, og tí metti dómarin Aaron Gouran sekan í øllum ákærum.  Frihedsbrevet hevur verið í samband við Aaron Gouran. Hann skrivar m.a. til Frihedsbrevet, at “hesin falski dómurin, sum er grundaður á lygnir, skal eg nokk fáa bankaðan niður”. 

Víðari skrivar hann: 

“Alt málið er umgirt av lygnum, svikaligum avtalum og følskum frágreiðingum, og tað er eydnast at fáa dómaran at trúgva hesum í fyrstu atløgu”, skrivar hann.  Aaron Gouran hevur eisini sagt frá litríkum søgum um dómaran í málinum, um føroysku vinnulívsmenninar og um tey, sum annars hava verið blandað í sakina. Ákærur, sum eru so grovar, at vit vilja ikki útgeva tær. Fleiri ferðir hevur Frihedsbrevet heitt á Aaron Gouran um at prógva sínar pástandir, og hóast hann hevur sent rúgvismikið tilfar til Frihedsbrevet, hevur hann ikki sent nakað prógv fyri sínum ákærum. 

 

Á Oyggjarvegnum í Havn sita vinnulívsmenninir og sleikja síni sár. Teir hava mist 9 milliónir, og neyvan eru stór sannlíkindi fyri, at teir fáa nakra stolna krónu aftur.  Frihedsbrevet hevur tosað við eigararnar av NN Holding. Í stuttari viðmerking siga teir: 

“Málið er liðugt. Rætturin hevur talað og maðurin skal inn at sita í trý ár. Vit hava ikki hug at siga meira um hetta málið, sum er nakað gamalt fyri okkum nú. Hatta er farið frá okkara síðu, og vit hava tikið tað peningaliga tapið fyri tíð síðani”, sigur Gordon Rajani vegna eigararnar av NN Holding.

Seinasta orðið er tó ikki sagt í hesum málinum, tí Aaron Gouran hevur kært dómin til hægri rætt.