Lendið er traðkað niður, og ætlanin er at gera ábøtur, gera vesi og líknandi. Og tí hava tey, sum eiga Føroya hægsta fjall, nú sett 200 krónur á túrin og gjørt eina heimasíðu til høvið. “Tað ger einki, um kostnaðurin hevur eina tálmandi ávirkan”, sigur Jóannes Mørkøre, hagastýrisformaður. “Hetta er heilt greitt ólógligt”, sigur menningarleiðarin hjá Visit Faroe Islands, sum ímyndar sær, at onkur fyrr ella seinni meldar slíkan atburð. “Tað tykist løgið, at mann ger hatta nú”, sigur formaðurin í Vinnunevndini í løgtinginum.