Tað stutta av tí langa Í dag skuldi ein sjónleikur vísast í Mentanarhúsinum í Fuglafirði fyri næmingum í Fuglafjarðar skúla. Men leikurin er tikin av skrá og verður ikki vístur har, tí skúlaleiðslan ikki vildi senda næmingarnar til leikin, sum snýr seg um samkynd og at bróta niður fordómar. “Evnið er ikki trupulleikin”, sigur skúlastjórin.  … Continued