Tað er fallið fleiri lokalum fyri bróstið, at Betri Banki legði meira enn fýra milliónir krónur á borðið, tá ið eini hús í Gásadali vóru til sølu í summar. “Eg haldi, at hatta er óheppið, og eg vildi heldur havt eina barnafamilju inn,” sigur Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri í Sørvágs kommunu. “Vit brúka húsini sum summarhús til starvsfólk”, sigur stjórin í Betri Banka.