Sí endaliga úrslitið av blóðreyða Múlafossi

Niðanfyri sæst sjónbandabrot, sum Marco Evarissti, listamaður úr Kili, lat gera í sambandi við listaverkætlanina Aorta við Múlafoss farna sunnudag. Í sjónbandabrotinum greiðir Evarissti í stuttum frá sínum tankum, meðan klipt verður úr grindadrápum til áir, sum hann letur reyða fruktfarvu í, áðrenn endaliga úrslitið við blóðreyða Múlafossi í Gásadali kemur til sjóndar.
Ert tú við telduna, ber til at lesa meira um verkætlanina Aorta her, greinin eitur Eftir væleydnaða roynd við Svartafossi: Listamaður litar Fossá reyða í dag, umframt at tú kanst hoyra samrøðu við Evarissti her, tað er í poddvarpinum Frí Mikrofon #53.
Rita Inn
Tú skalt rita inn fyri at lesa og lurta eftir Frihedsbrevet.