“Tak meg, tað er lættari enn tú heldur”. Við tí tekstinum sendi HK Ungdóm, danskt fakfelag fyri fólk undir 30 ár, í 2014 eina lýsing út, við tí endamálið at eggja fyritøkum, at taka ímóti lærningum. Sex selur, vita vit jú, og leita vit aftur í tað, sum fyrr var vanligt at síggja, ja so er tað himmalrópandi ópassandi í dagsins samfelag. Sum eisini hendan lýsingin ber boð um.

Hví er tað ópassandi í dag? Helst einsamest tí, at kvinnur søgdu frá við Metoo rørsluni, og umaftur og umaftur, kring allan heim, hava kvinnur nú í áravís sett orð á sexismu, seksualisering av kvinnum, sexchikanu og beinleiðis ágang.

Tað hevur ikki alt verið líka álvarsligt, sumt hevur verið beinleiðis neyðtøkur og líknandi ágangur, annað hevur verið tónalag og orðaval, sum kvinnur hava staðið upp ímóti. Felags fyri allar søgurnar og frásagnirnar av hesum slagi er, at tær tilsamans hava gjørt upp við fleiri viðurskifti í samfelagnum, sum fyrr vóru góðtikin og í dag ikki eru.

Men tað var torført at skilja nýggja rákið til fulnar í byrjanini. Og tað kann framvegis vera trupult at tosa um sexismu og Metoo. Tað ásannar Ruth Vang, sum er gestur í nýggjasta partinum av poddvarpsrøðini Fríari Mikrofon. Hendan samrøðan hevur verið leingi ávegis, tí hon byrjaði í einum óformellum práti til eitt 8. mars tiltak fyri nøkrum árum síðani, tá ið Ruth Vang m.a. segði seg hugsað “hví havi eg ongantíð sagt frá”, tá ið tingkvinnurnar Ingilín D. Strøm og Hervør Pálsdóttir kærdu um ósømiligan tóna í Løgtinginum.

“Tann tónin er næstan púra burtur”, sigur Ruth Vang í poddvarpinum, um ávirkanina av kæruni frá tingkvinnunum báðum.

Men tað var ógvusligt í Løgtinginum. Og onkuntíð fóru kvinnurnar við upp á tónan, fyri líkasum at sláa aftur.

Hoyr Ruth Vang líta aftur á broytingarnar í samfelagnum av Metoo og ítøkiliga av kæruni hjá tingkvinnunum í Fríari Mikrofon.

Ert tú á appini finnir tú Fría Mikrofon undir “poddvarp”. Vilt tú lurta á heimasíðuni, kanst tú trýsta her. 

frí mikrofon