Ósemja í samgonguni um sendistovuna í Ísrael
Tað leyp hvøkk á fleiri tinglimir í samgonguni, tá landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Bárður á Steig Nielsen, í morgun kunngjørdi, at sendistovan í Ísreal skal lata aftur. Serliga eru tað umboð fyri Fólkaflokkin, sum hava tikið boðini illa upp. “Tað er ikki góður stílur,” sigur Bill Justinussen um, at Bárður á Steig Nielsen ikki hevur tryggjað sær undirtøku í samgonguni fyri hesum, meðan Astrið Breckmann sigur, at hon fer at gera sítt fyri at varðveita sendistovuna.
Rita Inn
Tú skalt rita inn fyri at lesa og lurta eftir Frihedsbrevet.