Samráðingar um Ukraina í Abu Dhabi: Vánalig útlit fyri semju nú
Hóast samráðingar eru tiknar uppaftur millum USA, Russland og Ukraina, er støðan partanna millum grundleggjandi óbroytt. Tað heldur Tór Marni Weihe, ph.d.-lesandi á Fróskaparsetrið Føroya, sum eisini er serkønur í russiskum viðurskiftum.
Tí russisku málini snúgva seg ikki einans um Donbas ella onnur landøki í Ukraina. Putin hevur eyga á eini størri heildarmynd, nevniliga evropeiska trygdar-arkitekturinum sum heild. Hetta samsvarar eisini við krøvini hjá russisku sendinevndini, ið millum annað snúði seg um at taka aftur NATO-limaskapin hjá Finlandi og øðrum londum í Eysturevropa.
Vit greina eisini vaksandi hybrid-hóttanina, og hvussu politiska hugsanin í Russlandi hevur eina aðra fatan av kríggi, enn vit í vesturheiminum hava.
Hetta er evnið í dagsins parti av Heimsins Nalva.
Vertur er Kristinn Vang.
Rita Inn
Tú skalt rita inn fyri at lesa og lurta eftir Frihedsbrevet.