Her er der en lydafspiller

Men før du kan se den, skal du acceptere cookies fra vores lydleverandør.

Tað stutta av tí langa
Í Norra flýggja tey undan ovasta leiðaranum. Í Føroyum bjóða tey honum framvegis til landið at prædika, og føroyingar leita til sosialar miðlar at verja kontroversiella prædikumannin. Samkoman Nardus hevur fingið eitt slag í Norra, men í Føroyum stendur elstaráðið stint. “Tað stutta svarið er, at alt er lygn”, sigur Hallur Sørensen, elstibróður í Nardus Føroyar. 

 

Sterkir stuðlar í Føroyum
“Eg roknaði við, at tit fóru at ringja”. Tað sigur Hallur Sørensen, elstibróður í Nardus Føroyar, sum tað fyrsta, tá ið hann tekur telefonina. Og orsøkin er púra greið — hansara samkoma er blivin nógv umrødd í norskum miðlum seinastu tíðina. Ikki bara samkoman sjálv, men einamest maðurin, sum stovnaði hana fyrst í 80’unum og síðani hevur verið miðdepilin fyri átrúnaðarligu læruna — norðmaðurin Torkild Terkelsen. 

Orsøkin er, at fleiri av teimum familjum í Norra, hvørs menn hava virkað sum elstubrøðir eins og Hallur Sørensen, hava vent samkomuni bakið og hava úttalað seg til norskar miðlar — serliga Dagen.no — um orsøkina til, at tey eru farin úr samkomuni. Ein heil deild — Nardus í Stavanger — vendi fyrst stovnaranum bakið og síðani fóru fleiri høg sum lág úr samkomuni. 

Byrjanin til flýggjanina frá samkomuni er maðurin Arnfinn Welo. Hann er sonur Jon Welo, sum var stórur og trúfastur stuðul hjá Torkild Terkelsen frá 70’unum og fram til, at hann breyt frá samkomuni í 2021. Hetta skrivar Dagen.no, sum hevur gjørt stórt gravandi arbeiði í ákærunum móti samkomuleiðaranum. Tí bæði Arnfinn Welo og fleiri aðrir samkomulimir siga við norska miðilin, at tey hava í áravís varnast, at Torkild Terkelsen hevur løgnan atburð móti kvinnum. 



Hendan myndin er frá størri greinarøð hjá Dagen.no, sum journalisturin Anne Jeppestøl Engedal hevur gjørt. 

Í januar 2021 skrivar ein kvinna í samkomuni út á Facebook bólkin hjá Nardus um eina ítøkiliga støðu, sum hon sigur seg hava roynt at fáa samkomuleiðaran at geva henni eina umbering fyri. Hendan kvinnan er blivin misnýtt sum ung, og hon greiðir hendan dagin frá á Facebook, at Terkelsen seinni hevði verið óhóskandi við hana. 

Og tað fær bein at ganga á innanhýsis, tá ið tað frættist millum samkomulimir, at hon tosar um eina seksuella hending. Við Dagen sigur hon, at hetta snýr seg um, at til eitt møti tekur Terkelsen ímóti henni, klemmar hana, slikkar hennara oyra og snarar tunguni runt í oyranum. Hon frystir og hevur upplivað hetta sera ágangandi og traumatiserandi. 

 

Aðrar kvinnur stuðla
Sambært Dagen.no vísir Terkelsen hesi søguni burtur beinanvegin, og elstaráðslimir úr fleiri økjum í Norra vísa sín stuðul til Terkelsen. Og tað ger føroyska deildin eisini og skrivar: 

“Det som ikke er sant, er løgn. Løgnen har sitt utspring i Djevelen selv, som er far til all løgn. Slike uttalelser og tanker, som disse XXXX legger for dagen, hvor kommer de fra? Hvor er kildens utspring? Slikt finnes ikke engang blant hedningene.” Nardus Føroyar, Kelda. dagen.no

Men tá ið hendan kvinnan skrivar sína søgu, og fær stóra mótstøðu frá elstaráðslimum, eru tað aðrar kvinnur, sum stilla seg fram við líknandi søgum. Eitt nú søgur um neyðtøku av ungum gentum, um seksuel parløg við ungar kvinnur ella giftar kvinnur, meðan hann sjálvur var giftur o.s.fr. Flest allar søgurnar vísir Torkild Terkelsen á sum íspunnar søgur uttan hald í veruleikanum.

Ein ítøkilig søga er tó, sum Terkelsen hevur viðgingið — nevniliga, at hann hevur havt tvey parløg í áravís við einari giftari kvinnu og dóttur hennara. Tvey parløg, sum hann sigur seg angra, sambært Dagen.no

Søgurnar og orrustan innanhýsis eksploderar á sumri 2021, tá ið árliga summarstevnan hjá Nardus er á skránni og fleiri limir gera greitt, at tey trúgva kvinnunum og fara endaliga frá samkomuni og karismatiska samkomuleiðaranum. 

 

Koma frá pinsunum
Torkild Terkelsen stovnar fyrst í 80’unum nýggju samkomuna Nardus. Áðrenn tað er hann farin úr pinsarørsluni, sum hann annars prædikaði fyri, og orsøkin er átrúnaðarligar ósemjur. Fyrst og fremst tí at Terkelsen avvísir læruna um trýeinigheitina. 

Hann stovnar tí Nardus, og hendan nýggja rørslan hevur eitt nú læruna, at trýeinigheitin er teologisk misskilt, og tí doypa tey ikki í navni Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans, men í Jesu navni eina. Í Nardus halda tey, at tað er bara ein Gud, at Jesus er Gud í kjøti, og at Jesus, faðirin og hin heilagi andin eru bara tríggir ymiskir mátar, sum Gud manifesterar seg. 

Nardusrørslan hevur eisini læruna um tey frammanundan útvaldu frelstu ella fortaptu. Tað er avgjørt frammanundan, og menniskju hava onga ávirkan á, hvør er frelstur og ikki.

Umframt hetta eru nógvar søgur um, at tey í Nardus mangan hava spottað aðrar trúðarsamkomur. Júst hetta — søgan um, at tey, sum eru í Nardus, eru átrúnaðarliga yvirlegin øðrum átrúnaðarligum bólkum, greiða fleiri fyrrverandi limir frá í norskum miðlum. Tann áðurnevndi Arnfinn Welo, sum fyrst setti hol á ákærurnar móti Terkelsen, er ein teirra. Við Dagen.no sigur hann: 

“Líka síðani eg var lítil, havi eg kent tað sum, at vit eru heilt serstøk. Vit hildu, at vit vóru tey einastu veruligu kristnu í Norra, ja í heiminum. Tá onnur kristin vóru gjørd til láturs, settu vit okkum at flenna og rópa “Amen”, og prísaðu Gudi fyri, at vit ikki vóru sum tey blindu, sum vóru forførd og fortapt í lygnini”, sigur Welo við Dagen.no. 

Men Nardus gerst ongantíð ein stór trúarrørsla, tó tá samkoman nær hæddunum, hevur hon fleiri sæti í Norra, Svøríki og í Føroyum. 

Søgurnar og atfinningarnar móti Terkelsen fyri tveimum árum síðani viðførir tó, at fleiri av teimum, sum hava fylgt karismatiska leiðaranum øll áratíggjuni, venda honum og Nardus bakið. 

 

Stóran stuðul úr Føroyum
Men tað gera føroysku limirnir í Nardus ikki. Alvin Joensen og Hallur Sørensen eru báðir at finna í eldraráðnum hjá Nardus Føroyar. Aftrat teimum eru umleið 35 limir, sigur Hallur Sørensen.

Og so seint sum miðskeiðis í oktober var Hallur Sørensen á sosialu miðlunum við hvøssum boðskapi móti áðurnevnda Arnfinn Welo. Tí Arnfinn Welo deilir boðskapin hjá einari kvinnu, sum tosar um júst kynsligan ágang í samkomum, og hon tosar um týdningin av at siga frá og takkar Arnfinni Welo fyri, at hann helt fast og talaði at, tá ið onnur ikki høvdu somu áskoðan. 

Frá Facebook hjá Arnfinn Welo. 

Men her fær hann svar upp á tiltalu. Hallur Sørensen, elstibróður í Nardus Føroyum, tekur til tastirnar og hann skrivar: 

Frá sama tráði á Facebook

“Tíni álop gjøgnum tey seinastu árini hava viðført, at Nardus vinir meira enn nakrantíð standa saman um evangeliið. Men samstundis hevur tú skapt stóra forvirring og gjørt fleiri heimleys frá meinigheitini. Tey, sum eru farin, standa ikki saman. Summi ganga í “trýeinigheits samkomum”, og onnur har læran er neutral. Og hesi hoyra ikki til eitt Gudsgivið kall. Hesum ert tú sekur í”, skrivar Hallur Sørensen millum annað. 

Spurdur um, hvat hann sigur til søgurnar um samkomuleiðaran, sigur hann: 

“Fyri at gera eina langa søgu stutta — tað er lygn. Tað eru pástandir móti pástandum, søgur verða sagdar, sum ikki kunnu prógvast og tíansheldur mótprógvast”, greiðir Hallur Sørensen frá. 

Og tað er fyri so vítt rætt. Terkelsen er ikki dømdur fyri nakað. Men hann er meldaður fyri kynsligan ágang, men málið fall burtur, tí tað varð fyrnað. Og spurningur kann setast við, um tað ikki er eitt løgið samanfall, at so nógv fólk siga frá líknandi søgum, líknandi atburði, sum tey sjálvi hava upplivað ella eygleitt. 

“Fólk og journalistar eru dugnaligir til at gera ein fjøður til fimm høsn”, sigur elstibróðurin. 

Hallur Sørensen ger tó greitt, at hjá Nardus Føroyar og í hinum elstaráðnum í samkomuni hava tey roynt at kannað ákærurnar. 

“Vit hava gjørt alt, sum hevur staðið í okkara makt, fyri at kanna og granska ákærurnar nærri. Vit hava roynt at fingið fatur á teimum, sum hava sagt frá hesum, men tað hevur víst seg at vera sera trupult at fáa fatur á teimum, tí tey vilja ikki tosa við okkum. Tað, sum er blivið sagt, eru pástandir, sum ikki kunnu prógvast. Eg havi tó ongantíð ivast”, sigur Hallur Sørensen. 

Men hví hevur tú so viljað ringt til “offrini”, um tú ongantíð hevur ivast? 

“Mann er noyddur til at gera sítt arbeiði. Um mann verður ákærdur fyri okkurt, so má mann fara at hyggja eftir tí og kanna, um her er nakað í tí ella ikki. Men eg havi ongantíð ivast”. 

Hvat hevði tú so gjørt, um nú øll tóku telefonina og tað vísti seg, at tað passaði sum tey søgdu?

“Um tað passaði, so hevði eg tikið frástøðu frá samkomuni og Terkelsen”, sigur Hallur Sørensen, sum tó leggur dent á, at “alt er lygn”. 

Men hetta er ikki fyrstu ferð, at føroyska samkoman Nardus er í andglettinum. Tí í 2011  kom ein bók á marknaðin. 

Hon æt “Sig at du lyver”, og er skrivað av føroysku Silviu Henriksdóttir. 

Silvia greiddi m.a. frá, hvussu hon var misnýtt sum barn, og tá hon segði samkomuni frá hesum, so vildu tey “taka sær av tí” innanhýsis. Nardus hevur afturvíst hesum ákærunum upp á tað kraftigasta, og tað gera tey aftur nú. 

Frihedsbrevet hevur tosað við Silviu Henriksdóttir. Í næstum kanst tú hoyra poddvarp og lesa grein um hennara mál, og hvussu hesar nýggju søgurnar hava ávirkað hana.