Hans Andrias Kelduberg, reiðari á Thor, sum eigur Kúrberg, góðtekur ikki rúsdrekka umborð á sínum skipum, sigur hann, í kjalarvørrinum av avdúkingunum á Frihedsbrevet um ein ávísan túr á Kúrbergi fyri nøkrum vikum síðani. Skiparin sjálvur hevur sent skrivligt svar upp á ákærurnar.