Í Svøríki er umvendingarterapi ólógligt. Í Danmark hevur stjórnin ætlanir um tað sama. “Vit mugu tosa um hetta í Føroyum, tí tað er ótrúliga skaðiligt”, sigur Ólavur Eysturdal, sum sjálvur royndi av øllum alvi at broyta seg sum ungur tannáringur, tá ið hann kendi á sær, at allar hansara rørslur, hansara rødd og hansara samleiki vóru skeiv.