Prestar í stríði á G! festivalinum
Tað stutta av tí langa
Á ársins G! festivali var ósemjan millum sóknarprestin og festivalprestin so mikið stór, at tá Gøtu kirkja skuldi vera karmur um triðju konsertina, máttu fyriskipararnir av G! blanda seg í málið. Bispur hevur fingið skriv um málið, og í næstum fara fyriskipararnir av festivalinum eisini at skriva til bæði kirkjuráðið og bisp um hendingarnar.
Á G! festivalinum fleyt yvir
Tey, sum upplivdu konsertirnar í Gøtu kirkju á G! festivalinum, hava kanska eygleitt eina heldur løgna støðu millum prestarnar. Tí meðan Maria Jørðdal Niclasen er festivalprestur og skal seta karmarnar fyri konsertirnar í kirkjuni, sleppur hon ikki framat til fyrstu konsertina, har hon eftir ætlan skal hava orðið, tí sóknarpresturin Ovi Brim tekur orðið og letur ikki orðið frá sær aftur.
“Tað var týðiligt, at Maria prestur var ørg um støðuna, og at hon sat og fyrireikaði seg til at taka orðið, men slapp ikki framat”. Soleiðis sigur ein av fleiri persónum, sum Frihedsbrevet hevur hoyrt frá, um hesar konsertirnar á G!.
Uppundir, at triðja og seinasta konsertin skuldi haldast í kirkjuni, var ósemjan millum prestarnar so mikið stór, at fyrireikararnir av G! festivalinum blandaðu seg í málið. Tey søgdu við Ova Brim, sóknarprest, at slapp festivalpresturin ikki framat nú, ja, so fluttu tey konsertina í onnur hølir. Hetta gjørdi mun, tí tá tónleikarin Yann Tiersen trein fram við altarið klokkan 19 leygarkvøldið á G!, var tað við presentatión frá Mariu Jørðdal Niclasen, umframt Ova Brim.
Sjálv vil Maria Jørðdal Niclasen einki siga um hesar hendingar. Men Frihedsbrevet veit, at biskupur bleiv drigin inn í málið. At klagur fóru inn til bisp um hesar hendingar. Men sjálvur vil biskupur heldur ikki kalla tað klagur.
“Eg vil siga, tað var kunning”, sigur hann og staðfestir samstundis, at tá tað er kunning, so er tað ikki fevnt av lógini um alment innlit, og tí fær Frihedsbrevet ikki fatur á hesum kunningar-klagunum.
Orsøkin til, at støðan gjørdist so spent á G! festivalinum, er ógreið. Summar keldur hjá Frihedsbrevet siga, at tað snýr seg um, at sóknarpresturin í Gøtu kirkju — Ovi Brim — er ónøgdur við, at fólkakirkjan er partur av G! festivalinum. Onnur siga orsøkina vera, at honum dámar ikki kvinnuligar prestar. Uppaftur onnur halda, at tað er tí, at Ovi Brim sjálvur er á konservativa vonginum, meðan Maria Jørðdal Niclasen er á tí meira liberala vonginum. Sjálvur vil Ovi Brim einki siga. Hann sigur í stuttari viðmerking til Frihedsbrevet, at bispur er kunnaður um málið, og hann onga viðmerking hevur til tað.
Óansæð hvat tað var, sum lá aftan fyri hesar óvanligu hendingar í Gøtu kirkju hendan leygardagin, so váttar Føroya biskupur, at hann er “kunnaður”.
Ikki fyrstu ferð
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Ovi Brim er partur av ósemjum, sum stinga seg upp í fólkakirkjuni. Tí sóknarprestarnir í Norðurstreymoyar eystara prestagjaldi, Jákup Erlingsson Petersen, og Nes prestagjaldi, Ovi Brim, blandaðu seg valdagin 8. desember 2022 upp í valdystin, tá teir heittu á veljarar, um at velja valevni, sum eru ímóti abort og løgfrøðiligum kynsskifti. Tað gjørdu teir í poddvarpi, sum teir rópa “Menn í kjóla”.
“Ovi Brim og Jákup Erlingsson Petersen ganga í kjóla. Prestakjóla.”
Soleiðis ljóða fyrstu reglurnar av lýsingartekstinum fyri poddvarpið Menn í kjóla, sum teir báðir sóknarprestarnir hava givið út síðani mai í 2021. 17. poddvarpið kom út valdagin, og hann eitur “Hvar skal X setast”. Teir siga um poddvarpið, at teir “ynskja — í gerandisligum máli — at taka ymisk viðurskifti upp. Kirkjulig, átrúnaðarlig, eksistentiell og politisk”.
Tað er í hesum 17. partinum av Menn í kjóla, at Ovi Brim og Jákup Erlingsson Petersen taka viðkvæma evnið upp. Í tíggju minuttir hugleiða hesir um evnið og koma til fylgjandi niðurstøðu:
“Ein kristin lívsfatan, fosturtøka og spurningurin um kynsskifti. Hetta eru viðurskifti, sum vit halda, at tú skalt spyrja títt valevni, hvar viðkomandi stendur í hesum málinum”, sigur Ovi Brim.
Hetta fekk Jógvan Fríðriksson, bisp, at alment harta prestarnar. Hann segði millum annað við Frihedsbrevet í desember:
“Eg vil siga tað, at fara allir prestar út og úttala seg treytaleyst um alt millum himmal og jørð, so sigla vit kirkjuna undir sum fólkakirkja”, sigur hann.
Er tað sama galdandi, um ein prestur fór út á valdegnum og segði, at vit skuldu atkvøða fyri valevnum, sum vóru fyri fríari abort?
“Ja. Tað skulu vit lata fólkið um. Fólkakirkjan og prestar eru ikki sett í verðina fyri at vera moralens vogter fyri tí, sum tann einstaki ger”, vóru boðini frá bispi, sum legði aftrat:
“Vit skulu bera fram ein yvirskipaðan og menniskjaligan boðskap, um Kristus og menniskjað og halda okkum har. Tað er fullkomiliga misfatað, um prestarnir meta seg vera moralens vogter hjá tí einstaka”.
Hvat hava Ovi Brim og Jákup Erlingsson Petersen fingið at vita?
“Nei, tað fari eg ikki at siga so nógv um. Vit fara at taka málið upp. Og vit koma at taka tað upp í einum breiðari høpi eisini”.
Nú júst átta mánaðir seinni er alt, sum týðir upp á, at bispur aftur nú hevur fingið eitt mál at taka upp við ein av monnunum í kjóla. Tí Frihedsbrevet veit, at bispur hevur fingið skriv um hetta málið, og Sigvør Laksá váttar í stuttari viðmerking, at hon fer at senda bæði bispi og kirkjuráðnum eitt skriv um hesar hendingarnar.
Maria Jørðdal Niclasen vil einki siga. Tað vil Ovi Brim heldur ikki.
Rita Inn
Tú skalt rita inn fyri at lesa og lurta eftir Frihedsbrevet.