Tvær royndar kvinnur í politikki eru gestir í nýggjasta partinum av Klubb33. Tær tosa har m.a. um javnstøðustríðið, nú vit skriva 2025. Tær tosa um nýggjastu málini um sexchikanu frá valdum politikarum og á almennum arbeiðsplássum.

Bjørt Samuelsen og Eyðdis Hartmann Niclasen eru báðar á einum máli um, at tað hevur stóran týdning og stóra ávirkan, tá ið kvinnur tala at, sum fleiri hava gjørt seinastu vikurnar, í málunum um sexchikanu á Landssjúkrahúsinum og í málinum um ónærisligu myndirnar frá borgarstjóranum í Sunda kommunu.

Hoyr nýggjasta partin á appini undir “poddvarp”. Vilt tú lurta á heimasíðuni, kanst tú trýsta her.