Ríkisfelagsskapurin fer í søguna. Hetta hava tey trý forfólkini í samgonguflokkunum júst greitt frá í smálutum í kjaki á Frihedsbrevet.

Hetta er í øllum førum greiða politiska ætlanin hjá hesari samgonguni, saman við bæði Fólkaflokkinum og Miðflokkinum, og á topfundi herfyri, fekk danski forsætisráðharrin hetta at vita.

Tey høvdu arbeitt miðvíst við tí, og tá ið Mette Frederiksen við fylgi kom til Føroya nú um dagarnar, var tað ein vælfyrireikað føroysk stjórn, sum segði frá, hvussu teir fimm flokkarnir í Føroyum vilja hava, at hetta skal gerast veruleiki.

Hesi bráðtíðindi kanst tú hoyra alt um í nýggjasta partinum av poddvarpsrøðini Klubb33. Ert tú á appini, finnir tú røðina undir “poddvarp”. Ert tú á heimasíðuni, kanst tú trýsta her.