Ein samrøða við eina ommudóttur: Tvær ommur á akutlista til eldraøkið
Nýggjur partur av Fríari Mikrofon er undir poddvarp.
Jeannet Ryggshamar Bech hevði, inntil fyri kortum, tvær ommur á akutlistanum hjá eldraøkinum í Suðuroynni. Báðar høvdu og hava tær stóran tørv á einum tryggum búplássi við neyðugu hjálpini.
Hjá tí einu, Salomu Ryggshamar, er tað tó ov seint. Hon doyði 29 september, tveir dagar aftaná, at samrøðan við Jeannet Ryggshamar Bech var tikin upp.
Tey avvarðandi hava kortini vilja sagt søguna, tí 29. september hendi júst tað, sum Jeannet tveir dagar frammnundan segði seg stúra mest fyri. Saloma doyði einsamøll.
Hoyr longri samrøðu við Jeannet í nýggjasta partinum av røðini “Frí Mikrofon”. Tú finnur tað undir “poddvarp”.
Rita Inn
Tú skalt rita inn fyri at lesa og lurta eftir Frihedsbrevet.