Persónsstríð, hóttanir, og kríggj millum tveir veingir: Hetta hendi uppundir skrædlið í Fólkaflokkinum
Tað stutta av tí langa
Stríðið millum Jacob Vestergaard og Anniku Olsen er høvuðsorsøkin til, at Fólkaflokkurin smeltaði saman dagarnar eftir, at valið varð útskrivað. Limir í baklandinum hjá Fólkaflokkinum fóru ímillum Christian Andreasen og Jacob Vestergaard, tá bylgjurnar gingu óvanliga høgt dagin áðrenn 3. viðgerð av uppskotinum um sammøður, siga keldur djúpt í Fólkaflokkinum. Havnar Framburðsfelag legði á kreppufundi fram uppskot um at loysa innanhýsis ósemjuna við at atkvøða Jacob Vestergaard og Anniku Olsen úr flokkinum við einum høggi. Ein høvuðsorsøk til, at Christian Andreasen legði frá sær, var, at søgur gingu um at bjóða formanninum av mitt undir løgtingsvalstríðnum. Og konservativi vongurin vildi hava ein meira fjølbroyttan valevnislista til Fólkatingsvalið, men tað kundi Christian Andreasen ikki liva við, uttan Anniku Olsen á listanum.
Tí er tað umráðandi
Størsti flokkurin á tingi, sum hevur sitið við umráðandi málsøkjum seinastu trý árini, er farin í tvíningar. Flýggjanin frá flokkinum sá ikki út til at taka nakran enda, tá bæði landsstýrisfólk, formaður og fyrrverandi toppskorarar vendu flokkinum bakið fyri kortum.
Men hvat fær ein flokk at fara so ógvusliga í tvíningar, sum Føroya fólk hevur verið vitni til seinastu vikurnar?
Tað hava vit í Frihedsbrevet grivið í. Tað er ein søga um stríð millum persónar, millum tveir veingir í flokkinum, eitt stríð um vald — og hæddarpunktið í einari ósemju, sum hevur gløtt í fleiri ár.
Og tað snýr seg sambært okkara keldum fyrst og fremst um ósemjurnar millum Jacob Vestergaard og Anniku Olsen. Ósemjur er eitt munandi penari orð enn tað, keldur í Fólkaflokkinum brúka at greina tað illstøðu, sum er íkomin millum partarnar. Keldurnar brúka heldur orð sum “hatur”, serliga frá Jacobi Vestergaard til Anniku Olsen, men eisini hinvegin.
Júst nær tað er byrjað, eru fleiri meiningar um, men tað hevur í øllum førum verið sjónligt fyri allan flokkin, síðani Annika Olsen meldaði seg í Framsókn í nakrar dagar í 2015.
Sum øllum kunnugt var Annika Olsen skjót inn í Fólkaflokkin aftur, og tá skuldi flokkurin atkvøða, um tey vildu loyva garvaða politikaranum innaftur í hitan. Tað bleiv samtykt, men ein, sum atkvøddi ímóti, var sterki maðurin av Økrum, Jacob Vestergaard. Hann vildi ikki góðtaka “illoyalitetin”, eitt orð, sum hann skuldi brúka aftur fleiri ár seinni, tá ið Annika Olsen fór ímóti flokkinum og samgonguni í málinum um sammøður.
Tá segði Jacob Vestergaard somu orð — illoyalitetur kann ikki góðtakast.
Keldur vilja vera við, at Jacob Vestergaard tá ætlaði sær at slíta samgonguna. Vit venda aftur til hvat hendi handan læstar dyr í Fólkaflokkinum í fjør vetur, tá ið málið um sammøður risti í áður sterka apparatið hjá lista A.
Fyri at fáa alla myndina mugu vit fyrst aftur til uppgerðina í 2011, tá ið Annika Olsen royndi at gerast forkvinna í flokkinum, men tapti slagið til taktiskt snilda politikaran í Sørvági.
Fortíðin sum leiddi til samansmeltingina
Annika Olsen gjørdist skjótt ímyndin av framtíðini hjá Fólkaflokkinum, tá ið hon við valið í 2011 fekk 1344 atkvøður — ein vøkstur á áleið 800 atkvøður frá valinum í 2008. Henni á baki var sterki maðurin á Økrum, sum fekk 1048 atkvøður til løgtingsvalið í 2011, meðan formaðurin einans fekk 382 atkvøður. Tí vóru tað fleiri, sum spáddi um bæði eitt formansskifti og eitt mentanarskifti í Fólkaflokkinum.
Um tað mundið vóru tey í Havnar Framburðsfelag íðin at fáa Anniku Olsen at standa á odda fyri flokkin. Tá var sitandi formaðurin, Jørgen Niclasen, heldur nýggjur í formanssessinum, og hevði einans sitið sum formaður eitt valskeið. Jørgen Niclasen var natúrligi eftirkomarin hjá Anfinni Kallsberg, tí Anfinn Kallsberg peikaði sjálvur á Jørgen Niclasen sum næsta oddamannin fyri flokkin.
Tí eru tað summar keldur í Fólkaflokkinum, sum halda, at Annika Olsen gjørdi ov skjótt av, tá ið hon bert fýra ár seinni valdi at bjóða formanninum av. Men sum øllum kunnugt eydnaðist tað ikki, og røddir vóru frammi tá um, at har var ikki alt farið reiðiligt fram. Hendan partin fara vit ikki í smálutir við.
Tí hetta var ein lítil uppgerð í Fólkaflokkinum, og samanborið við støðuna dagarnar eftir, at komandi løgtingsval varð útskrivað, fekk hetta ikki nakran merkisverdan týdning. Men tað skuldi tó vísa seg seinni, at júst hesin leikurin fekk eitt langt eftirspæl.
Tí tá ið Annika Olsen í nakrar dagar fór í Framsókn eftir valið í 2015, greiddi hon sjálv Kringvarpinum frá, at tað, sum hon rópar “órættvísa viðferðin” í sambandi við ætlaðu uppgerðina um formanssessin, var byrjanin til avgerðina um at forláta Fólkaflokkin í 2015, fýra ár seinni. Men Annika Olsen kom — sum flestum kunnugt — inn í flokkin aftur. Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum tá, segði, at nú er alt lagt afturum okkum, og mong mugu minnast kensluborna videobrotið, sum Fólkaflokkurin legði út í valdystinum í 2019, har Annika Olsen og Jørgen Niclasen tosaðu persónligt saman um persónlig viðurskifti. Sárini vóru lekt, og flokkurin skuldi nú aftur standa sum ein maður og rúma bæði tí konservativa útjaðaranum og tí liberala miðstaðarøkinum.
Í hesum famøsa videobroti bleiv Annika Olsen spurd av formanninum, um hon kundi finna upp á at rýma aftur. Svarið var stutt og greitt:
“Eg fór úr flokkinum, eg kom aftur og eg verði verandi”.
Nú vóru tey øll saman aftur á sama lista, men kortini vísti tað seg, at allar súður ikki vóru syftar.
Sammøður fingu grýtuna á kók
Fyri einum ári síðani brast aftur á í Fólkaflokkinum, og gjógvin, sum frammanundan hevði kloyvt flokkin í tvey, gjørdist nú meira sjónlig enn nakrantíð.
Tað gjørdist skjótt greitt fyri øllum, at Annika Olsen ivaðist í, um hon skuldi atkvøða við andstøðuni ella fylgja tí meira konservativu samgongulinjuni. Samgongan hevði annars bundið um heilan fingur fyri hóttanum frá andstøðuni við at festa niður í samgonguskjalið, at samgongan stendur saman at atkvøða fyri ella ímóti andstøðuuppskotum, ella sum tað er orðað í samgonguskjalinum:
“Í politiska arbeiðinum verða lógarbroytingar bert gjørdar, um semja er millum samgonguflokkarnar.”
Til aðru viðgerð av uppskotinum um sammøður gjørdist tað púra greitt — Annika Olsen atkvøddi við andstøðuni.
Og tey persónsstríðsmál, sum fyrr høvdu ligið og gløtt, brustu av álvara fram.
Tí kallaði flokkurin saman til floksleiðslufund stutt áðrenn 3. viðgerð av uppskotinum um sammøður. Og bylgjurnar gingu høgt. So høgt, at fleiri av okkara keldum greiða frá, at ein limur í baklandinum hjá Fólkaflokkinum mátti leggja ímillum Jacob Vestergaard og Christian Andreasen, sum mundu farið til hendurs. Aðrar keldur siga seg ikki minnast hendingina so álvarsliga, men tað verður váttað av “báðum síðum” av flokkinum, at tað gekk harðliga fyri seg hetta kvøldið. Jacob Vestergaard helt fyri, at um Fólkaflokkurin ikki kundi halda gjørdar avtalur, so var eingin orsøk hjá flokkinum at halda fram í samgonguni. Christian Andreasen helt hinvegin, at Fólkaflokkurin í Havn gjørdist stóri taparin, um man tók so ógvuslig stig sum at fara úr landsstýrinum fyri at forða fyri uppskotinum um sammøður.
Aftur her var orðið illoyalitetur nýtt, og gjógvin millum konserativa vongin við Jacobi Vestergaard, Una Rasmussen, Jørgeni Niclasen, Jákupi Mikkelsen og Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttur á odda, og liberala vongin við Anniku Olsen, Christian Andreasen og Heðin Zachariassen gjørdist størri enn nakrantíð.
Á hesum floksleiðslufundi boðaði Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttur frá, at tey ætlaðu sær ikki at góðtaka, at Annika Olsen atkvøddi við andstøðuni í uppskotinum um sammøður. Ikki einans orsakað av sjálvum uppskotinum, men tí nú skuldi ein strika setast í sandin fyri, hvussu langt Annika Olsen kann víkja frá flokkinum. Tí vildu tey niðurleggja sín landsstýrissess, fyri síðani at taka sætið aftur í tingi — og harvið blaka Anniku Olsen úr tinginum.
Men á hesum sama fundi boðaði Heðin Zachariassen frá, at bleiv hetta gjørt — ja, so bað hann um farloyvi úr tinginum, fyri at Annika Olsen — sum er næsta varafólk á listanum — skuldi fáa sætið aftur. Heðin Zachariassen segði, at hetta var einki minni enn valdsmisnýtsla, bleiv tað framt sum fráboðað.
Hetta fekk eitt av lokalfeløgunum til at leggja fram uppskot um, at eingin legði nakran sess frá sær, men vóru sitandi, og so skuldi málið um “illoyalitetin” hjá Anniku Olsen loysast fyri seg. Hetta heitti formaðurin, Jørgen Niclasen, á fólk um at taka undir við. “Eg skjóti upp, at vit skulu fylgja uppskotinum hjá lokalfelagnum í hesum málinum” skal formaðurin hava sagt.
Men tað kundi partar av konservativa vonginum ikki liva við, og tí gjørdu Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttur og Jacob Vestergaard álvara av hóttanini. Tað var eisini uppá tal, at løgtingsformaðurin, Jógvan á Lakjuni, legði tingformanssessin frá sær í protest. Keldur hjá okkum greiða frá, at Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir trúðu ikki uppá, at Heðin Zachariassen fór at gera sum fráboðað og taka farloyvi. Fyri at binda um heilan fingur royndu tey tó at fáa formannin í flokkinum — og tásitandi fíggjarmálaráðharra — Jørgen Niclasen at gera júst tað sama fyri at tryggja, at Heðin Zachariassen sjálvur reyk út, so at hann ongan tingsess hevði at lata Anniku Olsen. Heðin Zachariassen og Annika Olsen vóru jú bæði varafólk fyri landsstýrisfólkini, hvørgin valdur beinleiðis í tingið. Heðin sum fyrstur varamaður, Annika næstur og Brandur Sandoy triður.
Føroya fólk vóru vitni til í desember í fjør, at Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttur gjørdu júst tað, tey boðaðu frá á hesum innanhýsis fundi — nevniliga løgdu landsstýrissessirnar frá sær. Og Heðin Zachariassen gjørdi júst tað, hann boðaði frá — tók farloyvi, og lovaði Anniku Olsen innaftur at atkvøða við andstøðuni.
Men tað, sum ikki gjørdist greitt fyri tjóðini hendan lagnudagin í løgtinginum var, at meðan trýstið frá konservativa vonginum á formannin gjørdist størri og størri, gekk Christian Andreasen við einari umbøn um farloyvi frá løgtinginum í innanlumma. Hann var til reiðar, siga okkara keldur, at biðja um farloyvi so títt og knapt Jørgen Niclasen tók sætið aftur í løgtinginum, skuldi hann latið seg trýst til tað.
Hevði tað komið hartil, at Jørgen Niclasen legði landsstýrissessin frá sær, hevði Christian Andreasen biðið um farloyvi. So hevði Heðin Zachariassen komið innaftur í tingi, har hann hevði biðið um farloyvi, og Annika Olsen hevði fingið tingsessin aftur til júst hasa atkvøðugreiðsluna.
Annika Olsen sjálv gjørdi greitt alment, at hon hevði innanhýsis í samgonguni roynt at fingið gongd á málið um sammøður og at fáa eina semju í samgonguni um, at tað skuldi loysast. Tá ið tað ikki eydnaðist, og hon ikki metti, at ein vilji var til staðar at loysa málið, so kendi hon tað rættast, at hon atkvøddi við andstøðuni um málið. Tí hevur hon afturvíst, at hon var illoyal, tí hon royndi at finna loysnina í samgonguni fyrst.
Takk fyri seinast
Frontarnir trektu seg av álvara upp í flokkinum í hesum døgum. Tá ið landsstýrisfólkini bæði tóku sínar fólkavaldu sessir í løgtinginum aftur, viðførdi tað, at Annika Olsen misti sítt fasta pláss, og var tí einans í tinginum, tá ið onkur bað sær farloyvi.
Og tá ið nýggj fólk skuldu veljast í landsstýrið fyri Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttur, vóru góð ráð dýr.
Tað bleiv gitt vítt og breitt um, hvør mundi fara at manna hesar sessir, tí tað var eyðsýnt, at tað ikki kundi verið nakar úr tingmanningini — blivu tað tvey tingfólk, ja so fekk Annika Olsen aftur fast sæti á tingi.
Tá avtornaði blivu sessirnir deildir so siðiliga millum konservativa og liberala vongin. Sólvit Nolsø, skrivari í flokkinum, og partur av liberala vonginum fingu annan sessin, hin fekk Árni Skaale, partur av konservativa vonginum. Hvørgin landsstýrismaður var ein nevniverdur partur av undanfarnu orrustum, báðir væl dámdir av báðum pørtum, og nú sá út til at vera friður. Men bara eina løtu.
Tí tað var í fyrstu vikuni í januar í ár, at Fólkaflokkurin kunngjørdi sínar nýggju landsstýrismenn. Men bert ein góðan mánað aftan á var galið. Jørgen Niclasen varð tikin fyri rúsdrekkakoyring.
“Eg hevði drukkið um kvøldið, og morgunin eftir fór eg óumhugsin í bilin og koyrdi at keypa morgunbreyð”, segði floksformaðurin, tó at ivi er sáddur um samanhangin, tá ið In.fo skrivaði, at promillan hjá Jørgeni Niclasen var 1,26, sum er langt oman fyri loyvda markið á 0.2 promillu. Løgreglan setti sjálv eina kanning í gongd aftaná, fyri at finna útav, hvussu in.fo visti so nógvar smálutir — nakað sum eisini kann týða uppá, at keldurnar hjá in.fo eru eftirfarandi.
Keldur hjá okkum siga, at Jørgen Niclasen ætlaði sær í fyrstu atløgu ikki frá sum floksformaður. Tí valdu lokalfeløgini í Fólkaflokkinum at kalla feløgini á fund á Gamla Apoteki uttan um politisku leiðsluna. Endamálið var at fáa undirtøku fyri at senda eitt skriv til formannin við einari áheitan um, at hann mátti leggja frá sær.
Men áðrenn álvari bleiv gjørdur av hesum, hevði formaðurin frætt, hvat var undir uppsigling, og tveitti sjálvur handklæði í ringin.
At Jørgen Niclasen ikki ætlaði sær frá, fekk bæði røddir í liberala og konservativa vonginum at ressast. Sum skilst var liberali vongurin samdur um, at hann mátti fara frá sum formaður, meðan eitt nú Jákup Mikkelsen og aðrir við á tí konservativa vonginum eisini hildu, tað var neyðugt við formansskifti eftir álvarsomu hendingarnar.
Hesum vísir Jørgen Niclasen aftur. Hann sigur við Frihedsbrevet.fo, at hann ætlaði beinanvegin at leggja frá sær sum formaður eftir hendingina við rúsdrekkakoyringini, men hann royndi at finna eina smidliga yvirgongd til ein nýggjan formann.
Nú var aftur ein landsstýrissessur tómur, fyri ikki at tala um formanssessin.
Fíggjarmál skuldi mannast, og allar politiskar rottur vita, at hesin sessurin er sera umráðandi fyri valdsbýtið í einum flokki.
Men hvør skuldi tað vera?
Formansstríð var ávegis — konservativi vongurin hevði sítt boð og liberali vongurin sítt, tí var eingin formaður at seta í valdsmikla landsstýrissessin enn.
Tað bleiv sum øllum kunnugt Uni Rasmussen, sum endaði við borðendan í Fíggjarmálaráðnum.
Men tað var ikki tað, sum liberali vongurin sá fyri sær. Tí nøkur lokalfeløg og umboð á liberala vonginum við, peikaðu á Heðin Zachariassen at gerast nýggi landsstýrismaðurin í fíggjarmálum. Men tað fekk ikki undirtøku frá konservativa vonginum — av teirri einfaldu orsøk, at hann var “líka so illoyalur sum Annika Olsen”.
Seinastu dagarnir hjá Christiani Andreasen
Hóast konservativi vongurin í Fólkaflokkinum í fjør gjørdi øllum greitt, hvussu tey sóu Anniku Olsen og kanska alla liberalu síðuna av flokkinum, so fór málið í dvala. Ivaleyst eisini av teirri orsøk, at Annika Olsen misti fasta sessin í tinginum, tá ið Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttur og Jacob Vestergaard fóru í tingið aftur. Og tí at nú vóru størri trupulleikar at hugsavna seg um — nevniliga hvør skuldi vera nýggi formaðurin.
Aftur her vóru frontarnir trektir upp. Konservativi vongurin peikaði á stjørnuskotið í Klaksvík, Beinir Johannesen, liberali vongurin á advokatin í Havn, Christian Andreasen. Við einum teprum meiriluta trein nýggi formaðurin fram á pallin — Christian Andreasen. Men nýggi formaðurin var valdur við einum meiriluta av ting- og landsstýrismanning ímóti sær. Tí meðan floksleiðslan — sum eru politikararnir og 2 umboð úr hvørjum valfelagið — fann ein meiriluta fyri Christian Andreasen, var politiski gerandisdagurin trupul frá byrjan, tí í landsstýrinum og løgtinginum var eingin meiriluti fyri Christian Andreasen. Har var hinvegin ein meiriluti fyri Beinir Johannesen.
Og keldur djúpt í Fólkaflokkinum greiða frá, at longu frá fyrsta degi var illstøða millum konservativa vongin og Christian Andreasen. Hóast allir partar søgdu seg standa saman um formannin, eftir tætta formansdystin í mars í ár, var tað kortini ikki altíð veruleikin handan leiktjøldini.
Orðadrátturin millum formannin og partar av konservativa vonginum var harður til tíðir, og meðan keldur í liberala vonginum greiða frá, at eitt nú Jacob Vestergaard hevur mótarbeitt formanninum frá fyrsta degi, halda keldur í konservativa vonginum hinvegin, at Christian Andreasen ongantíð dugdi at vera formaður — við øllum teimum mongu innanhýsis telvingunum, sum skulu til í tí sessinum, og tí var kritikkurin rættvísur.
Keldur í Fólkaflokkinum siga eisini, at serliga Jacob Vestergaard fanst at Christiani Andreasen fyri at hava ov nógvar hattar. Bæði áðrenn hann var formaður og aftaná. Sjálvur segði Christian Andreasen eisini alment, tá ið ein nýggjur fíggjarmálaráðharri skuldi finnast, at hann kundi ikki vera landsstýrismaður, tí hann hevði ov nógv annað at gera. Og tí er tað kanska ikki óvæntað, at eitt nú Jacob Vestergaard helt, at formaðurin skuldi vera ein persónur, sum bara kundi hugsavna seg um flokkin.
Ósemjurnar millum Christian Andreasen og eitt nú Jacob Vestergaard hava til tíðir verið sjónligar, men ongantíð so nógv sum til Fólkatingsvalið síðst í oktober.
Tá ið valevnislistin hjá Fólkaflokkinum var kunngjørdur, sást, at einans ting- og landsstýrismanning vóru á listanum. Tá ið hann legði frá sær, segði Christian Andreasen, at listin var gjørdur ímóti hansara tilráðing. Tað er ein sannleiki, sum skal takast við fyrivarni, sambært okkara keldum.
Tí konservativi vongurin vildi fegin hava listan meira fjølbroyttan, við bæði kvinnum og monnum frá øllum landinum á listanum — men einasta treytin var, at Annika Olsen skuldi ikki á listan. Tað var ikki einans konservativi vongurin, men ein meiriluti av floksleiðsluni, sum hildu tað vera betri, at Annika Olsen ikki stillaði upp fyri flokkin sum støðan var. Tí varð heldur avrátt á innanhýsis fundi, at nú skuldi floksapparatið út at leita eftir valevnum til Fólkatingsvalið.
Men tað hóvaði ikki formanninum. Hann vildi ikki út at verja ein lista, har Annika Olsen ikki var ein av valevnunum, og tí var avgerð tikin um, at einans ting- og landsstýrismanning skuldu stilla upp fyri flokkin. Tað var tann avgerðin — ella ein meira fjølbroyttur listi, tó uttan Anniku Olsen, skilst.
Aftur her vóru álvarsorð havd á lofti innanveggja í Fólkaflokkinum. Konservativi vongurin gjørdi greitt, at stillar Annika Olsen upp til Fólkatingsvalið — so umhugsa serliga Jacob Vestergaard og Jógvan á Lakjuni at taka seg av listanum, siga okkara keldur.
Men Fólkatingsvalið í ár gav Fólkaflokkinum ein frammaná. Og nú traðkaðu valfeløgini av álvara til. Tí fleiri keldur siga okkum, at aftaná dygga smeitin til Fólkatingsvalið høvdu fleiri lokalfeløg samband við formannin — nú skuldi strika setast í sandin um, at persónsstríð kunnu og sleppa ikki longur at mynda flokkin.
Tað var semja um tað. Inntil ein innanhýsis fund hjá ting- og landsstýrismanning aftan á Fólkatingsvalið.
Løgmaður skrivaði út val tann 9. november, bert fáar dagar eftir fólkatingsvalið. Dagarnar áðrenn tað, hevði Fólkaflokkurin havt eftirmetingarfund av Fólkatingsvalinum. Og sambært okkara keldum, var tað serliga Jacob Vestergaard, sum fanst at tásitandi formanninum. Jacob Vestergaard gav Christiani Andreasen skuldina fyri vánaliga valúrslitið millum annað orsakað av, at formaðurin ikki vildi gera ein meira fjølbroyttan uppstillingarlista uttan so, at Annika Olsen eisini stóð á listanum.
Samstundis gjørdi Jacob Vestergaard greitt fyri Christiani Andreasen, at hann var ikki egnaður at sita sum formaður, bæði orsakað av vantandi politiskum royndum, men eisini tí hansara uppmerksemi var alla aðrastaðni enn í flokkinum. Og — hann lurtaði ikki eftir meirilutanum av Fólkaflokkinum, sum vildi hava ein meira fjølbroyttan valevnislista uttan Anniku Olsen.
Á innanhýsis fundinum, sum bæði skuldi eftirmeta fólkatingsvalið og viðgera komandi løgtingsvalið, fleyt bikari hjá Christiani Andreasen yvir.
Tí tá gjørdist tað greitt, at konservativi vongurin stóð við tí sama, sum tey søgdu til fólkatingsvalið — Annika Olsen skal ikki stillast upp fyri Fólkaflokkin, ella sum tað minsta var greitt, at stríðið millum partarnar var ikki av.
Jógvan á Lakjuni stillar ikki uppaftur undir øllum umstøðum, hevur hann boðað frá, men valið hjá formanninum stóð ímillum at nokta Anniku Olsen á listan, ella at møguliga lata ein ella fleiri konservativar politikarar takka fyri seg. Og valið fall á triðja møguleikan — at formaðurin sjálvur stakk í sekkin, ivaleyst tá ið hann sá fyri sær, at ein almenn orrusta var ávegis, óansæð hvat hann valdi.
Ein av høvuðsorsøkunum fyri, at Christian Andreasen helt tað vera skilabest at trekkja stykkið, var eisini, sum skilst, at søgur byrjaðu at ganga innanfloks um, at konservativi vongurin ætlaði sær at royna at koppa formanninum áðrenn løgtingsvalið 8. desember, og seta Beinir Johannesen sum formann.
Kreppufundurin á Hotel Brandan
Dagin eftir er kreppufundur í Fólkaflokkinum. Valið er útskrivað, og nú hevur formaðurin boðað alment frá, at hann trekkir seg frá oddasessinum og stillar ikki uppaftur.
Hotel Brandan er karmur um floksleiðslufund í Fólkaflokkinum, og okkara keldur siga, at hetta var ein kaotiskur og rokmikil fundur.
Har gjørdu fleiri politikarar sína hugsan greiða — eitt nú Jacob Vestergaard, sum greiddi frá, at hann jú er ein persónur, sum sigur tingini sum tey eru, og tí hevði hann fleiri ferðir sagt formanninum, at hann var ikki rætti formaður í flokkinum. Og tað stóð hann við.
Heðin Zachariassen tók eisini orðið og gjørdi greitt, at um nakar skuldi tosa um illoyalitet, so máttu tey hyggja eftir avgerðini hjá Jacobi Vestergaard og Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir fyri einum ári síðani, tá ið tey fóru ímóti formanninum og floksapparatinum og løgdu landsstýrissessirnar frá sær fyri at nokta Anniku Olsen at atkvøða eftir sínari egnu sannføring. Valdsmisnýtsla kallaði hann tað. Hann stóð eisini við sítt, gjørdi hann greitt, og boðaði frá, at hóast hann hevði umhugsað at stilla uppaftur, um flokkurin loyvdi Anniku Olsen á listan, so gjørdi hann ikki tað kortini, nú formaðurin hevði stungið í sekkin.
Hesin fundurin var so mikið rokmikil, at Havnar Framburðsfelag legði eitt munnligt uppskot fram fyri floksleiðsluni. Uppskotið var, at tá ið Annika Olsen helst er farin úr flokkinum, nú bæði Christian Andreasen og Heðin Zachariassen takkaðu fyri seg – ja, so var einki annað at gera enn at samtykkja, at bæði Annika Olsen og sterki maðurin á Økrum, Jacob Vestergaard, skuldu verða stemmað úr flokkinum. Altso, bæði tvey tveitt á dyr, fyri síðani at fáa ró yvir flokkin.
Hetta uppskotið fekk tó onga serliga viðgerð, helst tí tað tóktist veruleikafjart.
Nakrar tímar eftir at fundurin byrjar, er úrslitið greitt — Annika Olsen sleppur at stilla upp, og nú er tað frítt stillað hjá tingfólki at atkvøða eftir egnari sannføring í etiskum málum. Fyri Føroya fólk tóktist, at nú hevði konservativi vongurin bakkað, og liberali vongurin fingið nóg mikið ígjøgnum til, at friður aftur kundi valda yvir størsta flokkin á løgtingi í dag. Og flokkurin hevði funnið ein formann. Unga stjørnuskotið, sum mundi vunnið sessin í mars, fekk litið formanssessin upp í hendurnar.
Men tímarnar og dagarnar aftaná verður ruðuleikin fullkomin, tá ið Sólvit Nolsø fyrst boðar frá, at hann stillar ikki uppaftur, fyri síðani at kunngera, at tað ger hann, men fyri Framsókn. Heðin Zachariassen boðar eisini frá alment, at hann stillar ikki uppaftur. Annika Olsen meldar seg úr Fólkaflokkinum og er nú á listanum hjá Tjóðveldi. Øll nevndin í Havnar Framburðsfelag leggur frá sær, og tað sama gera formaðurin og ein nevndarlimur í ungmannafelagnum Huxa.
Orsøkin er, sum skilst, at tey trúgva ikki boðskapinum, at konservativi vongurin veruliga ætlar sær at vera semjusøkjandi móti teimum, sum hava aðrar etiskar fatanir enn tey sjálvi. Too little too late, sigur eitt enskt orðatak, og úr Fólkaflokkinum hoyra vit “handan sangin hava vit hoyrt fyrr”.
Men trýst elvir til móttrýst, og tá ið kollapsið er so umfatandi og eyðsýnt, elvir tað eisini til, at gamlar og nýggjar kreftir koma úr stólinum fyri at sláa manngarð um flokkin. Tað gjørdist sambært okkara keldum eitt nú sjónligt, tá ið nývaldi formaðurin, Beinir Johannesen, skuldi standa til svars í Degi og Viku eftir rokfundin, og komin úr sjónvarpsstovuni stóð ein borgari fyri honum við boðunum “eg eri til reiðar at hjálpa”.
Somuleiðis skilja vit, at meðan bert nøkur fá fólk hava meldað seg úr flokkinum, eru tey hinvegin munandi fleiri, sum eru blivin limir í flokkinum, síðani orrustuna fyrr í vetur.
Gamalt vín á nýggja fløsku?
Nú eru bert fáir dagar til valið, og nú vísa flokkarnir seg sjálvandi frá sínari allarbestu síðu, tí samd ella ósamd — øll vilja hava so stóra undirtøku sum gjørligt tann 8. desember.
Og soleiðis hevur myndin eisini verið málað av Fólkaflokkinum seinastu vikurnar. Mynd aftaná mynd av føgrum, nøgdum fólkum í grønum, sum látast sum um, at einki er hent, og at huglagið tí ongantíð hevur verið betri í flokkinum. Ein partur av endurreisingararbeiðinum var at manna Havnar Framburðsfelag av nýggjum, tá ið gamla gardan trekti seg eftir lagnufundin á Hotel Brandan.
Men spurningurin, sum fleiri av okkara keldum seta, er — er hetta veruliga nøkur kollvelting, ella er hetta bara gamalt vín á nýggjum fløskum? Tí handan leiktjøldini hjá Fólkaflokkinum í Havn, situr eitt sera sterkt bakland við monnum sum Óla Breckmann og Bjarna Djurholm, og tí reisa fleiri av okkara keldum spurningin — er gjógvin framvegis at finna í Fólkaflokkinum, men duld nú valstríð er, ella eru síðurnar báðar sveisaðar saman aftur, nú Annika Olsen, Christian Andreasen og onnur við eru ein saga blot?
Og tað reisir eisini spurningin um politisku kósina framyvir; um nývaldi formaðurin, Beinir Johannesen, er konservativur ella liberalur, og um hann veruliga megnar at reformera tey tingfólk, sum nú sita eftir og eru at meta sum konservativi vongurin í flokkinum, fyri at halda tey lyfti, sum floksleiðslan gjørdi á Hotel Brandan fyrr í vetur.
Tá ið vit spyrja nývalda formannin, vil hann ikki setast í bás. Hann er hvørki í tí sokallaða liberala ella konservativa vonginum, sigur hann. Men kortini er hann til dømis ikki fyri rættindum til samkynd.
“Eg havi atkvøtt ímóti fleiri rættindum til samkynd, og tá havi eg atkvøtt eftir mínari egnu sannføring”, sigur ungi formaðurin.
Hann ger kortini greitt, at ovasta valdsorganið í flokkinum, floksleiðslan, hevur nú samtykt, at tað stendur øllum frítt at atkvøða eftir egnari sannføring í etiskum málum, og tað stendur við.
“Tað var eitt ynski og ein ætlan áðrenn alt rokið, at mann skuldi reformera flokkin fyri at tryggja, at tað stóð øllum frítt at velja eftir egnari sannføring í etiskum málum. Tað hevur eisini altíð verið so, men nú er tað so niðurfest á blað”, sigur Beinir Johannesen.
Spurdur um hví, hann sigur, tað altíð hevur verið so, tá vit jú í fjør upplivdu eina almenna orrustu orsakað av uppskotinum um sammøður, sigur hann, at tað snúði seg ikki um etisk mál.
“Tann ósemjan snúði seg um, at Fólkaflokkurin hevði bundið seg til eitt samgonguskjal, har tað stendur, at uttan so full semja er í samgonguni, skal eingin atkvøða við andstøðuni. Tað lyftið vildi ein partur av flokkinum halda, ein annar partur ikki”, sigur Beinir Johannesen.
Hetta siga høvuðspersónarnir
Tað er larmandi tøgn frá øllum høvuðsleikarunum í hesum stríðnum. Jørgen Niclasen sigur í stuttari viðmerking:
“Eg ætlaði beinanvegin at leggja frá mær sum formaður, aftaná eg varð tikin fyri rúsdrekkakoyring. Orsøkin til, at eg ikki segði tað beinanvegin, var, at eg royndi at finna ein máta at gera skifti so smidligt sum gjørligt”.
Jacob Vestergaard vil ikki hoyra allar okkara spurningar, tí hann ger greitt, at hann er komin víðari, og tað sama er Fólkaflokkurin. Hann sigur:
“Eg fái ikki fyrihildið meg til hetta, tí eg eri langt síðani farin víðari, og tað er flokkurin eisini. Eg ynski teimum, sum nú ikki eru í flokkinum alt tað besta”.
Christian Andreasen vil onga viðmerking geva til málið. Sólvit Nolsø og Heðin Zachariassen heldur ikki.
Annika Olsen vil ikki tosa um Fólkaflokkin, men hon sigur í stuttari viðmerking, at hon tosaði við Bárð á Steig Nielsen, løgmann, áðrenn málið um sammøður kom til 2. viðgerð í løgtinginum, og upplivdi tað sum, at hon fekk grønt ljós frá løgmanni.
“Eg tosaði við Bárð kvøldið fyri 2. viðgerð, og hann stillaði seg ikki ímóti.”, sigur hon í stuttari viðmerking til spurningin um illoyalitet.
Hesum halda vit eyga við
Eru allar súður nú syftar í stríðnum millum veingirnar í Fólkaflokkinum? Tí halda vit eyga við. Somuleiðis verður úrslitið og samansetingin av løgtingslimum hjá Fólkaflokkinum 8. desember kanska tað mest áhugaverda at fylgja við í hesa ferð. Tí seinastu veljarakanningarnar hava spátt, at Fólkaflokkurin kortini megnar at bjarga sær 7 tinglimir — verður tað so konservativi vongurin, sum fær reinan meiriluta, ella megnar Havnin at fáa ein fólkaflokstinglim inn um tinggátt? Og hvussu fara tey bæði Sólvit Nolsø og Annika Olsen, sum nú bjóða seg fram fyri ávikavist Framsókn og Tjóðveldi at standa seg 8. desember? Taka tey veljarar við úr Fólkaflokkinum ella er luftin farin úr ballónini?
Tí fylgja vit sjálvandi við í.
Rita Inn
Tú skalt rita inn fyri at lesa og lurta eftir Frihedsbrevet.