Oddagrein: Pínufullar søgur mugu eisini sigast
GG! Hendan oddagreinin er ókeypis. Ynskir tú at lesa longri søguna, við yvirskriftini “Fleiri menn siga frá kynsligum ágangi frá John Johannessen”, sum hendan oddagreinin snýr seg um, kanst tú keypa hald til Frihedsbrevet.
Kæri lesari,
Fyrr í dag almannakunngjørdu vit á Frihedsbrevet eina grein, sum ivaleyst hevur kenst sum ein bumba fyri fleiri. Søguna um, at kendi journalisturin John Johannessen hevur framt ágang í móti fleiri monnum í longri tíð.
Lat okkum byrja við at siga, at tað ongantíð er lætt at siga frá slíkum søgum. Situr tú við tí fatan, at Frihedsbrevet sleingir slíkar søgur yvir um diskin, sum var tað just another day at the office, so fert tú skeiv. Fleiri okkara hava arbeitt saman við John Johannessen í fleiri ár, og tað ger tað sjálvsagt enn truplari. Vit ivast heldur ikki í, at tey, sum eru rundan um eitt slíkt mál — tað veri seg bæði fólkið, tað snýr seg um, tess nærmastu og miðlaheimurin sum heild — hava upplivað hesar søgurnar sum at fáa ein frammaná. Skelkin hava tey mongu, sum trúføst hyggja at Degi og Viku og av røttum halda, at John Johannessen meistrar sína uppgávu sum vertur sera væl, ivaleyst eisini merkt. Tað eru vit hørm um.
Ágangur, ikki kynslív
At alt hetta so at siga snýr seg um viðurskifti, sum eru “niðan fyri beltið”, er ein orsøk til, at hetta er so trupult at viðgera. Fjølmiðlar eiga at virða privatlívið hjá fólki, og munnu fá vilja hava paparazzi-líknandi miðlar, sum leita við ljósi og lykt í náttarlívinum og undir dýnuni hjá “teimum kendu”, í Føroyum. Tað vilja vit ikki. Fólk hava rætt til tað kynslívið, tey hava hug til.
Men hetta snýr seg ikki um kynslív. Felags fyri allar søgurnar, sum Frihedsbrevet hevur sagt um fólk, sum hava havt upplivingar við John Johannessen, er, at hesi fólkini ikki hava givið samtykki. Fyri hesi fólkini snýr hetta seg um ágang. Fyri summi er hesin trupulleikin so stórur, at tey mugu venda sær til løgregluna.
Og tað, sum ger hetta serliga alment viðkomandi, er, at tað verður framt av kanska tí valdsmiklasta fólkinum í føroyskum fjølmiðlum yvirhøvur. Tað er honum, sum summi kenna seg so kroyst av, at tey mugu venda sær til løgregluna. Honum, sum politisku forfólkini skulu inn at standa til svars hjá, tá ið politiska kósin í Føroyum verður sett.
Ein má kunna rokna við, at persónur í einum so leiðandi starvi í føroyska samfelagnum hevur eina nøkulunda sunna dømikraft. Tað er eisini boðskapurin, sum Kringvarpið óbeinleiðis sendir Føroya fólki, tá ið John Johannessen í fleiri ár er settur sum vertur í sendingum við serliga stórum trúvirði. Hetta hevur gjørt ein privatan trupulleika til ein almennan trupulleika. Tíverri.
Hetta skal ikki tulkast sum ein atfinning av KvF einans. Tí hetta er eitt trupult mál. Og hetta kundi eisini verið eitt mál, sum aðrir miðlar, fakfelagið Føroysk Miðlafólk og vit, sum starvast á Frihedsbrevet, kundu handfarið nógv betri, enn vit hava gjørt.
Væl undirbygt
Okkara samkensla eigur fyrst og fremst at liggja hjá teimum, sum hava upplivað ágang.
Og talið á teimum er størri, enn tú kanska hevur eina fatan av, kæri lesari.
Tí umframt tær ítøkiligu søgurnar í greinini í dag, hava vit seinastu mánaðirnar tosað við fleiri onnur, sum siga frá líknandi upplivingum. Fleiri av teimum, sum hava sagt sína søgu við Frihedsbrevet, vilja tó ikki úttala seg alment — ei heldur undir dulnevni.
Rætt skal vera rætt. Summi tíma ikki at tosa um hendingarnar, tí tær fylla snøgt sagt ikki nóg nógv til, at hesi vilja fara í ein fjølmiðil at tosa um tær. Tað er tílíkt, sum viðhvørt hendir í náttarlívinum, siga summi.
Hinvegin eru tað eisini fleiri, sum siga seg framvegis vera merkt av tí, sum tey siga seg hava verið fyri, men tey vilja ikki tosa alment um tað, tí tey ikki vilja enduruppliva tað við almennari umrøðu.
Sannleikin er eisini tann, at á redaktiónini á Frihedsbrevet hava tveir av fýra journalistum verið vitni til hendingar, sum halla seg upp at tí, sum hesar keldurnar siga. Og vit vita, at leiðslan í Kringvarpinum er kunnað um atburð av slíkum slagi.
Leiðslan í Kringvarpinum hevur í teimum førunum, sum vit vita um, handlað við at tosa við John Johannessen um hansara atburð og onkuntíð um tey dekorumkrøv, sum fylgja við einum tílíkum starvi.
Men upp á nógvar mátar er hetta málið umgirt av einum áhaldandi sjónleiki, har alt ov nógv lata sum um, at tey ikki vita av trupulleikanum.
Tí eru vit komin til sættis við, at vit meta tað sum okkara skyldu at siga hesa søguna, hóast tað er trupult. Endamálið er at koma so nær sannleikanum, sum vit megna. Og tað halda vit, at tey mongu offrini hava uppiborið. Um enn tað er pínufult fyri restina av okkum.
Tøgn um landið
9. november í fjør meldaðu tveir mans John Johannessen til løgregluna fyri at hava tikið upp undir seg. Og John Johannessen meldaði eisini ein mann fyri at hava sligið seg í høvdið somu nátt.
Hesa hending valdi kringvarpsjournalisturin at deila við allar Føroyar, tá ið hann legði mynd frá skaðastovuni út á Facebook um trý-fýra tíðina somu nátt við tí frásøgn, at hann var álopin, tí hann er opin samkyndur. Facebook dagføringin segði einans tað — at hann fekk pentur í høvdið orsakað av hatri móti samkyndum.
Óhugnaligt, sanniliga.
Í nakrar dagar eftir hesa dagføring regnaði við samkensluhjørtum og tumlum til John Johannessen frá fólki, sum hildu tað vera skakandi. Men í døgunum eftir tók eingin søguna upp. Eingin miðil — ikki Portalurin, in.fo, Vágaportalurin, Dimmalætting ella Norðlýsið. Eingin nevndi álopna sjónvarpsvertin, sum enntá hevði lagt eina mynd út av sárunum.
LGBT+ Føroyar hevði heldur onga meining um hendingina, har ein tann fremsti journalisturin í landinum, sum eisini er ein tann kendasti samkyndi í landinum, greiðir frá, at hann hevur verið fyri homofobiskum harðskapi. Nakað, sum annars burdi verið eitt kjarnuøki hjá LGBT+.
Og Kringvarpsleiðslan hevði ikki sett seg inní, hvat var hent, tá ið Frihedsbrevet spurdi nakrar dagar seinni, hóast hendingin fór fram eftir eina starvsfólkaveitslu í Kringvarpinum.
Tað var sum um, at ongin visti av tí.
Hví?
Tí hugsa tær til, at ein landskendur sjónvarpsvertur í Danmark ella Bretlandi legði mynd út av skaðastovuni og segði seg vera álopnan orsakað av sínum kynsliga samleika. Heldur tú ikki, at allir miðlar í landinum høvdu tikið ta søguna upp og hevði LGBT+ ikki rópt varskó um hesa álvarsomu hending? Hevði tað ikki verið ein risastór søga, sum allir miðlar høvdu barst um at siga frá?
Jú, tað hevði. Tað hava vit eisini fyrr sæð í Føroyum. Júst harðskapur móti samkyndum í náttarlívinum var ein týðandi orsøk til eitt tað størsta virðiskjakið, sum vit nakrantíð hava havt í Føroyum: kjakið um §266b. So harðskapur ímóti samkyndum er als ikki nakað, sum føroyskir fjølmiðlar ikki vilja nevna.
Men hesa ferð var øðrvísi. Hví?
Eldur í fjúsið
Tá ið Frihedsbrevet nakrar dagar seinni kundi avdúka, at tað kanska ikki var tann fulli sannleikin, sum John Johannessen hevði borðreitt við hesa náttina, kom eldur í fjúsið, sum hevur ligið og úlmað so leingi.
Tí síðani hava vit í Frihedsbrevet verið í samband við eina ørgrynnu av fólki. Serliga menn, sum hava sett seg í samband við okkum og sagt frá óhóskandi upplivingum við John Johannessen ígjøgnum fleiri ár. Upplivingum, sum av fleiri verða umrøddar sum beinleiðis ágangandi.
Tað tekur langa tíð at fáa nóg mikið av skjalprógvi fyri hvørja søgu sær, soleiðis at vit kunnu kenna okkum trygg við at siga tær alment.
Tað hava vit í hesum umfarinum brúkt meira enn tveir mánaðir uppá. Frásagnirnar hjá høvuðskeldunum í greinini eru allar sum ein váttaðar av fleiri keldum, ótengdar hvør at øðrum. Vit hava eisini talgilt samskifti, myndir, ljóðupptøkur og annað skjalprógv fyri tær søgurnar, sum vit almannakunngjørdu í greinini fyrr í dag.
Tí tað krevur meira av einari redaktión, tá ið allar keldurnar eru dulnevndar. Men viðhvørt er tað neyðugt, og í journalistikki sigur mann vanliga, at søgur kunnu vera sagdar við dulnevndum keldum, tá ið søgurnar eru so mikið eymar ella serstakar, at tað ikki ber til at fáa tær fram annars. Tað kritieriið livir hendan søgan upp til.
Umframt at hvør einstøk frásøgn er væl undirbygd, hava vit eisini lagt allar ákærur fyri John Johannessen. Hann hevur fingið ítøkiligar spurningar og tilboð um at vera við í poddvarpi. Hann hevur somuleiðis fingið fleiri samdøgur at svara spurningunum, eins og hann fekk yvirskriftina og byrjanina til greinina senda til sín kvøldið fyri, at greinin varð útgivin.
At tiga og at góðtaka
Tí lat okkum undirstrika, kæri lesari. Hetta er ikki ein løtt søga at siga.
Ikki fyri John Johannessen, hansara kæru, fyri Kringvarpið, fyri Frihedsbrevet, fyri offrini ella fyri tað føroyska samfelagið.
Men viðhvørt mugu vit fyrihalda okkum til tað, sum er óbehageligt. Tí at tiga fær ikki veruleikan at hvørva.
Og tað er stutt frá at tiga — til at góðtaka og kanska, enn verrri, at halda hondina yvir.
Tað kunna vit ikki blíva við við. Tí mugu pínufullar søgur eisini sigast.
Rita Inn
Tú skalt rita inn fyri at lesa og lurta eftir Frihedsbrevet.